Fótbóltur

Óneyðuga stórt tap í Hvítarusslandi

Føroysku kvinnurnar taptu aftur 6-0 men vóru munandi betri við í dystinum hesaferð. Grundleggjandi mistøk kostaðu tó dýrt.

Heidi Sevdal stríddist væl í álopinum og var ein hóttan fyri Hvítarusslandi við sínari ferð og ágangandi spæli (Mynd: Sverri Egholm)

Heidi Sevdal stríddist væl í álopinum og var ein hóttan fyri Hvítarusslandi við sínari ferð og ágangandi spæli (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-03 20:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagt 0-12 eftir tveir teir fyrstu dystirnar. Hetta var ikki tað, ið John Petersen og hansara lið høvdu sett nøsina upp ímóti.

Tvær broytingar vóru á liðnum í mun til dystin hóskvøldið. Marita á Fríðríksmørk  avloysti Juliu Naomi Mortensen í verjuketuni, og Olga Kristina Hansen kom inn fyri Evy á Lakjuni á miðvøllinum. Flytingar vóru í hesum sambandi gjørdar í báðum ketum.  

Tá sá gott út fyrstu fimm minuttirnar á stóra Borisov Arena, men fyrstu ferð heimaliðið var nær við føroyska brotsteigin gekk galið. Anna Súnadóttir Hansen kom út í samband við eitt innlegg, men megnaði ikki at halda bóltinum, og so kundi 19-ára gamla Karina Olkhovik prikað bóltin í málið. 2-0 málið kom eftir vælleikt álop, ið endaði við einum innleggi úr høgru, ið silgdi uppum Onnu. Ímillum málini, og eftir 2-0 málið og fram til hálvleik, vóru Føroyar annars væl við og komu til nakrar góðar støður og høvdu nakrar góðar skotroyndir.

Byrjanin av 2. hálvleiki var eisini góð, har Føroyar fingu ein trýfaldan møguleika, har fyrst Heidi Sevdal, síðani systurin Ansy, og til seinast Eyðvør Klakstein, allar vóru nær við at javnan. Ístaðin hendi tað sum eisini hendi móti Wales: Ístaðin fyri at Føroyar minkaðu til 2-1 økti Hvítarussland, og síðani gekk tað spakuliga niðureftir..

Tað var sera sjálvdan, at føroyska liðið var ordliga undir trýsti. Hvítarussland var ikki eins fysiskt sterkt sum Wales, men kyniskt og at enda greitt omaná. Ov nógv mistøk vóru gjørd tætt við egið mál, men føroyska liðið spældi til tíðir væl. 

EM undankapping, 2. umfar
Borisov, 03.09
Hvítarussland - Føroyar 6-0 (2-0)
6' Karina Olkhovik 1-0
24' Anastasia Shcherbachenia 2-0
54' Anastasia Shcherbachenia 3-0
74' Karina Olkhovik 4-0
77' Anastasia Kharlanova (br.) 5-0
82' Anastasia Kharlanova 6-0


Føroyska liðið: Anna Súnadóttir Hansen - Katrina Akursmørk , Lív Arge Poulsen, Durita Hummeland, Martita á Fríðriksmørk (79' Evy á Lakjuni)  - Eyðvør Klakstein (87' Sanna Svarvadal,) Olga Kristina Hansen (L) (73' Julia Naomi Mortesen), Jacoba Langgaard, Ansy Sevdal Jacobsen, Ásla Johannesen  - Heidi Sevdal
Gul kort: Martia á Fríðriksmørk og Lív Arge Poulsen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder