Fótbóltur

- Noyðast aftur at geva 110 prosent

- Dysturin móti NSÍ vísti, at vit eisini eru við, sigur Gunnar Vatnhamar. Hann og hinir víkingarnir vitja í Gundadali í kvøld.

Gunnar Vatnhamar í dystinum móti NSÍ seinasta fríggjakvøld, ið Víkingur vann 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Vatnhamar í dystinum móti NSÍ seinasta fríggjakvøld, ið Víkingur vann 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-28 09:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóri dysturin í 4. umfari verður leiktur í Gundadali í kvøld, har HB (nummar trý) tekur ímóti Vìkingi (nummar fýra) Vinnarin, um tað verður ein, lyftur seg uppá eitt annaðpláss.

HB hevur higartil bert spælt ímóti liðum, ið liggja í botn-fimm. Liðið hjá Jens Berthel Askou hevur eisini fingið fulla úrtøku, men nú er Víkingur á skránni. Sigurin á NSÍ í 3. umfari vísti eisini nakað um Víking, sigur Gunnar Vatnhamar.

- Allir dystir eru umráðandi, men NSÍ dysturin vísti, at vit eisini eru við. Nú er tað so næsti dystur - ein onnur avbjóðing sum vit skulu standa yvirfyri. Eins og í Sarpugerði fríggjakvøldið mugu vit enn einaferð geva 110 prosent, og við hørðum arbeiði kunnu vit vinna í Gundadali.

Uppskriftin er sambært 25-ára gamla hartarbeiðandi miðvallaranum, ið var sera eyðsýndur móti NSÍ, einføld:

- Vit mugu royna at spæla okkara spæl og arbeiða hart.

Gunnar Vatnhamar sigur til endans, at hann metir, at "nýggja" Vìkinga-liðið undir Eyðuni Klakstein er komið í gongd, tó at tað eru ting, sum teir mugu og skulu gera betur.

Fyrsta bríksl í Gundadali í kvøld verður klokkan 17.00. Vit eru á staðnum, dagføra frá dystinum og hava ymiskt tilfar í samband við hann. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder