Fótbóltur

- Nú snýr tað seg serliga um at savna stig

Tað er eitt jaligt huglag í hópinum, spælarar eru á veg aftur frá skaða og vit royna at finna okkum til rættis aftur, staðfestir Páll Klettskarð fyri KÍ. Toppskjúttin er liðformaður í Klaksvík í løtuni.

- Tað hevur sjálvandi verið ein ógvuliga støðug gongd – bæði á og uttanfyri vøllin – seinastu árini. Hetta er ein tilvera, sum vit noyðast at venja okkum vit beint nú, staðfestir Páll Klettskarð. Gott lag og stig eru tó á breddanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað hevur sjálvandi verið ein ógvuliga støðug gongd – bæði á og uttanfyri vøllin – seinastu árini. Hetta er ein tilvera, sum vit noyðast at venja okkum vit beint nú, staðfestir Páll Klettskarð. Gott lag og stig eru tó á breddanum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-05 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit leita eitt sindur í dag. Haldi tó at vit skapa nóg mikið av støðum, og tíbetur fáa vit hol á. Deiligt at fáa í hús, og beint nú snýr tað seg nemliga bert um at savna stig.

Soleiðis segði ein lættur Páll Andrasson Klettskarð við Portalin uttanfyri skiftingarrúmið hjá KÍ í gjárkvøldið. Toppskjúttin í Betrideildini er liðformaður hjá KÍ, nú Jákup Biskopstø Andreasen er skaddur. Páll skoraði sítt tíggjunda mál í ár, tá hann økti fyri KÍ seint í dystinum. Bæði málini mótu undirmannaða 07 Vestur komu seint í dystinum, eftir at heimaliðið hevði stríðst fyri at seta spælið og at skapa málmøguleikarnar. 

Les eisini: Ovaru liðini vunnu

Betrideildin menn  8. umfar
Í gjár leygardagin 4. mai

EB/Streymur-Víkingur 1-3 (0-1)
28' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 0-1
61' Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg) 0-2
85' Andras Ólason Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 1-3

KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)
73' Cedric Yambere 1-0
89' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0

Reytt kort: Frederik Holst (07 Vestur - 20')

Støðan Betri deildin menn - topp fýra

1. Víkingur 24 stig
2. KÍ 18 stig 
3. HB 18 stig *
4. NSÍ 15 stig 

*Ein dyst færri

Hjá Pálli og KÍ snýr tað seg nemliga um at fáa stigini í hús í einum tíðarskeiði við venjaraskifti og misjøvnum avrikum og úrslitum. Royndi áleyparin viðurkennir, at tað ikki er so lætt, men hann merkir, at tað gongur framá.

- Tað er eitt skifti hjá okkum, og menn skulu sjálvandi finna seg til rættis. Haldi tó tað longu byrjar at líkjast. Vit vísa nakrar góðar taktir við og uttan bólt í dystunum hesa vikuna, og tað er positivt.

Tað eru nú tíggju dagar síðani, at KÍ sendi Haakon Lunov til hús. Síðani hava teir í bláum vunnið 1-0 á EB/Streymi og 2-0 á 07 Vestur. Páll setur fyri Portalinum orð á støðuna.

- Tað hevur sjálvandi verið ein ógvuliga støðug gongd – bæði á og uttanfyri vøllin – seinastu árini. Hetta er ein tilvera, sum vit noyðast at venja okkum vit beint nú, men tað er tó eitt jaligt huglag í hópinum beint nú. Tað riggar væl til venjing við venjara (Espen Haug, red.) og hópi, og nakrir eru á veg aftur frá skaða.

Tit hava Víking á skránni næsta sunnudag og skulu helst finna annað spæl fram fyri at basa liðnum, sum hevur víst styrki og støðufesti. Er tað ógvuliga umráðandi at vinna tann dystin, ella skulu tit bara hava stig, so at munurin ikki gerst størri?

- Sjálvandi er tað umráðand at fáa stig tann dystin. Vit hava nú eina viku at fyrireika okkum í, og tað sum er umráðandi er, at vit arbeiða hart til venjing. Skulu finna tann rætta inntensitetin og tann rætta andan og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Tað verður íhvussu er spennandi næsta sunnudag, og vit gleða okkum longu, staðfestir Páll Klettskarð at enda fyri Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder