
- Álopið koyrdi sera væl fyrra partin av 2. hálvleiki, men so gekk orkan undan.
Soleiðis greiðir 20-ára gamli Vilhelm Poulsen frá, tá vit fingu orðið á hann í Høllini á Hálsi í dag. Har fara hoyvíkingar í kvøld at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til seinna dystin í morgin.
Les meira: Hoyvíkingar kunnu fegnast og irða seg
Vilhelm Poulsen segði, at talan var um eina fantastiska uppliving frammanfyri larmandi heimaáskoðarunum, og at hetta kann hava nakað at siga í morgin, har møguleikin avgjørt er har hjá H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald