Hondbóltur

- Sera stórt fyri føroyskan hondbólt at hava umboð í Köln

Julian Johansen hevur leingi veirð venjari hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og sigur, at spælskiparin er í heimsklassa á ávísum økjum. Leikhátturin hjá Kiel og møguleikarnir hjá liðnum um vikuskiftið, heldur hann ikki nógv um.

- Elias er í mínum eygum tað tættasta vit koma uppá ein komplettan hondboltsleikara. Tað eru øgiliga fá ting, sum Elias ikki dugur á vøllinum. Hansara eyga fyri spælinum, og styrkin í hansara timing er í heimsklassa, sigur Julian Johansen, ið tó ikki heldur at hansara leikháttur og tann hjá Kiel hóska so væl saman (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Elias er í mínum eygum tað tættasta vit koma uppá ein komplettan hondboltsleikara. Tað eru øgiliga fá ting, sum Elias ikki dugur á vøllinum. Hansara eyga fyri spælinum, og styrkin í hansara timing er í heimsklassa, sigur Julian Johansen, ið tó ikki heldur at hansara leikháttur og tann hjá Kiel hóska so væl saman (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-06 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er sera stórt fyri føroyskan hondbólt, at vit hava eitt umboð til stórfingna hondboltsvikuskifti í Köln. Tað eru har bestu leikarar í heiminum møtast fyri at finna útav, hvat lið er heimsins sterkast. Elias er tann fyrsti, men eg vænti at tað fara at koma fleiri.

Soleiðis sigur Julian Johansen við Portalin. Havnarmaðurin hevur í nógv ár verið hondbóltsvenjari og viðmerkjari, og eins og nógv onnur hondbóltsáhugaði gleðir hann seg til Final Four-vikuskifti. Tað er serligt við føroyskum brillum, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu verður tann fyrsti føroyingurin, sum fer at spæla um Champions League-heiðursmerki.

Les eisini: Kiel skal spæla móti Barcelona um finalupláss

Julian var venjari hjá Eliasi á øllum ungdómslandsliðunum og var eisini hjálparvenjari á A-landsliðnum frá mai í fjør til mai í ár. Hann kennir tískil væl nú 22-ára gamla hoyvíkinginum, og Julian Johansen setur Kiel-spælaran í heimsflokk á summum økjum:

- Elias er í mínum eygum tað tættasta vit koma uppá ein komplettan hondboltsleikara. Tað eru øgiliga fá ting, sum Elias ikki dugur á vøllinum. Hansara eyga fyri spælinum, og styrkin í hansara timing er í heimsklassa.

[object Object]
Julian Johansen gevur Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún boð undir EM-dysti í Berlin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Ári Jógvansson Olsen, Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen hyggja at, meðan Elias á Skipagøtu og aðrir hita upp til U20-endaspælið í 2022 (Mynd: Harald Bjørgvin)

Hetta er endin av fyrsta kappingarárinum hjá Eliasi á Skipagøtu. Tað hevur verið eitt sindur "blandað bomm", staðfestir Julian Johansen, sum ikki er heilt álvuligur við, hvussu spælskiparin spælir og hóskar inn í leikháttin hjá Kiel, sum FIlip Jicha stjórnar:

- Elias hevur í ár spælt til tíðir øgiliga væl, og so eisini undir evnir. Tað sum kanska órógvar hann mest er, at hann fyri fyrstu ferð spælir á einum liði sum ikki er skræddarseymað til handara spælistíl. Venjarin hjá Eliasi ynskir, at Kiel spælir tann leikháttin, sum Jicha sjálvur spældi, tá hann var á toppinum. Hetta hóskar ikki altíð til leikháttin, sum Elias spælir uppá og hóskar best til. Mín vón er, at hetta broytist komandi kappingarár.

- Tíðanverri vænti eg ikki, at Kiel hevur nakran møguleika móti Barcelona í løtuni. Barcelona kemur til Final4 sum eitt úthvilt lið, sum nærum ikki hevur spælt ein dyst av týdningi í ár. Støðan hjá Kiel er beint øvut; og tað hevur tað eisini gingið illa hjá Kiel seinastu vikurnar.

Julian Johansen væntar tó, at Kiel fer at vinna bronsuna - eftir dyst móti Aalborg. Kiel og Barcelona spæla Champions League-hálvfinalu í Köln leygardagin 8. juni klokkan 17 føroyska tíð. Portalurin verður á staðnum í Lanxess leikhøllini um vikuskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder