Oyggjaleikir 2023

- Sigurin er til mammu

Ungi kvívíkingurin, Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum her fyri misti mammu sína, ognaði henni flotta sigurin í kvøld.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 20:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg lovaði mammu, at eg skuldi vinna oyggjaleikir, so hetta er fyri hana. Alt fyri mammu.

Soleiðis segði ungi og dugnaligi rennarin úr Kvívík, Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum í kvøld vann fyrsta føroyska gullið í frælsum ítróttum. Sigurin kom í 400 metra renning.

Tað er stutt tíð síðan at hann misti mammu sína, so tað gjørdist ein rørandi løta at síggja evnaríka rennaran vinna so flottan sigur.

Hann rann skjótast í innleiðindi riðlunum í gjár, og gjørdi tað aftur í kvøld.

- Eg visti, at tað bara var ein annar rennari, ein av Guernsey, sum kundi hótta meg. Eg hevði hann innan fyri meg, og hevði alla tíðina eygað við honum, og hann gjørdist ongantíð ein hóttan, staðfesti ungi kvívíkingurin.

Jónas vann 400 metra teinin í tíðini 46,02 minuttir. Cameron Charlers av Guernsey fekk silvur í tíðini 46,33 og Peter Curtis, eisini av Guernsey vann bronsu við 47,82.

Dánjal Dahl Ljósheim, var eisini við í finaluni. Hann gjørdist nummar fimm við tíðini 49,06.

Tveir føroyingar vóru eisini við í finaluni fyri kvinnur, men komu ikki upp á tal, tá heiðursmerkini skuldi býtast. Oddvør Josephsen gjørdist nummar fýra í tíðini 57,94 og Maria Biskopstø gjørdist nummar sjey í tíðini 59,56.

Kom undir 11 sekund

Nú verður bíðað í spenningi til 100 metra finaluna, har Eiri Jógvansson Glerfoss er við. Hann gjørdist nummar tvey í síni hálvfinalu uttan at spenna seg heilt út, við tíðini 10,97 sekund. Vistnokk fyrstu ferð føroyingur hevur runnið 100 metrar undir 11 sekund.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder