Fótbóltur

Video: - Skal gera slíkt sum innskiftari og áleypari

Tvímálsskjúttin Gutti Dahl-Olsen setur orð á tað at koma inn og skora aftur í kvøld, á liðavrikið, á stuðulin og tað at spæla á U21-landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-12 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gutti Dahl-Olsen skoraði tríggjar minuttir eftir at hann varð skiftur inn til sín fyrsta U21-landsdust Andorra í juni, og í kvøld skeyt hann tvey mál innanfyri tíggju minuttir.

21-ára gamli álopskendi spælarin úr EB/Streymi hevur tí fingið støðu sum "super innskiftari". Hoyr hann seta orð á upplivingina í videobrotinum omanfyri.

Upptøka: Bjarni Enghamar

U21 EM-undankapping, bólkur G
Í kvøld, týsdagin 12.09, við Djúpumýru
Føroyar - Kroatia 2-4 (0-2)
17' Roko Simic 0-1
44' Veldin Hodza 0-2
75' Dion Beljo 0-3
78' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 1-3
85' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 2-3
90 (+2)' Marin Ljubicic 2-4

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni (27' Bergur Poulsen), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (46' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.

Sí eisini: 
Kroatia knógvaði Føroyum í Klaksvík
U21: Hava longu skorað fleiri mál enn í fleiri undankappingum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder