Fótbóltur

Kroatia knógvaði Føroyum í Klaksvík

Gutti Dahl-Olsen kom inn og minkaði til 1-3 og 2-3 eftir upplegg frá Gullbrandi Øregaard, og so var eldur í. Tað endaði tó 2-4 í U21-dystinum.

Gullbrandur Øregaard úr norska Sandnes Ulf var eyðsýndur á miðvøllinum og legði upp til bæði føroysku málini. Kroatar vóru tó tað sterkari samanlagt (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)
)

Gullbrandur Øregaard úr norska Sandnes Ulf var eyðsýndur á miðvøllinum og legði upp til bæði føroysku málini. Kroatar vóru tó tað sterkari samanlagt (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir) )

2023-09-12 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð í undankappingini og fyri fyrstu ferð í Klaksvík, taptu Føroyar ein U21-landsdyst. Tað skuldi tó eitt sindur til hjá sterku og kviku kroatunum, ið allir spæla á størri adressum enn teir føroysku.

Áki Samuelsen var ógvuliga nær við at økja, beint áðrenn Kroatia skoraði flott leiðslumál í 17. minutti. Beint fyri hálvleik fekk útiliðið aftur eitt sindur ov nógv pláss, og so var talan um langskotsperlu.

[object Object]
Áki Samulesen skeyt beint framvið stongina eftir gott føroyskt kontraálop (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)

Tað gjørdist eisini 0-3, men tá hevði føroyska liðið ment seg nakað. Tað eydnaðist eisini at svara aftur: Innskifti Gutti Dahl-Olsen hevði seinasta fót á tvær ferðir.

Fyrst var tað eftir stórt kroatiskt uppspælsmistak, og løtu seinni var tað, eftir at sterki Noah Mneney vann bóltin væl, at kviki og snildi Áki Samulsen fór til stroks og legði innfyri úr høgru og stinni og stóri miðvallarin Gullbrandur Øregaard vann luftdystin.

Alt var á gosi, eftir at EB/Streymarin hevði víst kaldleika og málnøs, men tíverri vóru kroatar eisini kyniskir í dag og revsaðu í yvirtíðini, tá Føroyar satsaðu.

Fýra stig eftir tríggjar dystir og enn ein undirhaldandi og málríkir dystir. Hesaferð einki stig til Eyðun Klakstein og hansara menn, men teir vístu ávisar dygdir og vóru hóast alt við til allarseinastu løtuna. Føroyska U21-landsliðið spælir aftur í oktober. Tað er í Andorra.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Í kvøld, týsdagin 12.09, við Djúpumýru
Føroyar - Kroatia 2-4 (0-2)
17' Roko Simic 0-1
44' Veldin Hodza 0-2
75' Dion Beljo 0-3
78' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 1-3
85' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 2-3
90 (+2)' Marin Ljubicic 2-4

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni (27' Bergur Poulsen), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (46' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder