Hondbóltur

- Skulu vera væl fyrireikaðir til uppgávuna

Landsliðið í manshondbólti til dystirnar móti Ukreina varð úttikið í dag.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-12 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Sonni Larsen, venjari hjá manslandsliðnum í hondbólti kallar liðið fyri ”overaskelsernes hold”, so var tað eitt lið við stórt sæð kendum landsliðsandlitum, sum vórðu kunngjørd í dag, tá nøvn vórðu sett á tey 16, sum skulu spæla teir báðar EM-undankappingardystirnar móti Ukreina í apríl.

Teir 16 úttiknu leikararnir eru hesir:
Málverjar: Niklas Simonsen, TMT Tønder, og Nicholas Satchwell, Neistin
Vinstri vongur: Rói Berg Hansen, FIF
Vinstri bakkur: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF, Peter Krogh, H71
Spælskipari: Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger, og Tróndur Kregesteen, Neistin
Strika: Rókur Akralíð, Kyndil, Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger, og Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Høgri bakkur: Áki Egilsnes, KA Akureyri, og Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Høgri vongur: Allan Norðberg, KA Akureyri, og Niclas Selvig, Stavanger IF
Verja: Eirikur Simonsen, FFI, og Brandur Halgirsson, H71

Venjararnir hava sostatt valt bert at taka út ein vinstra vong, men sambært Sonna Larsen, eru fleiri aðrir leikarar á liðnum, eitt nú Hans Eli Sigjrbjørnsson, sum kunnu taka yvir, um Rói Berg Hansen treingir til hvíld eina løtu.

Liðið er sett eftir sera sterku mótstøðuni, sum vit koma at møta í Kiev 10. apríl og aftur í Royal Arena í Keypmannahavn 13. apríl.

Tí eru tveir leikarar tiknir við, hvørs høvuðsuppgáva verður at spæla í verjuni, og hartil tríggir strikuspælarar, sum allir eisini eru sterkir verjuleikarar.

- Ukreina er eitt meistaralið. Tað merktu vit, tá vit spældu móti teimum í Italia í januar í fjør og taptu við 8 málum. Teir hava leikarar, sum Onofryenko, sum eru í heimsflokki og kunnu fyrireika seg til dystin móti okkum við at spæla endaspæl í Champions League. Tað mugu vit verða fyrireikaðir uppá, sigur Sonni Larsen.

[object Object]Sonni Larsen, t.h., her saman við Jeppe Borgh hálparvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

Spurdur um hann sær tað sum ein fyrimun ella vansa, at báðir dystirnir móti Ukreina verða spældir nú um eina leið, sigur Sonni Larsen, at tað er ein fyrimunur fyri føroyska liðið.

- Vit hava møguleika at læra teirra spælarar at kenna, og so broyta okkara spæl í mun til tað, tá vit skulu spæla annan dystin í eini fullsettari Royal Arene. Tann fyrimunin hava teir eisini, men eg havi ein illgruna um, at vit taka uppgávuna í størri álvara enn teir gera, og at vit tí eru betri fyrireikaðir til teir einstøku mótstøðuleikararnar.

Ukreina hevur eins og Føroyar spælt tveir dystir. Teir taptu fyrst 24-30 á útivølli móti donsku heimsmeistarunum og síðan lættliga 29-24 heima móti Montenegro. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder