Donsku heimsmeistararnir fingu eina ítróttaliga frálika upptakt til EM-endaspælið við tveimum sigrum í væl leiktum dystum móti Noreg og Fraklandi, ið eru ávíkavist numar tvey og trý í heiminum.
Les eisini: Danmark til reiðar til EM
Men skaðatrupulleikar eru álvarsamir hjá dønum. Lasse Svan og Magnus Landin, ið eru fyrstaval á hvør sínum vongi, eru ógvuliga ivasamir til fyrsta dystin og møguliga fleiri, og tað er frálíki bakspælarin Rasmus Lauge eisini.
Lasse Svan hevur síðani 19. desember, tá hann varð skaddur í dysti í Bundesligaini, verið darvaður av vinstru øksl, og seinastu dagarnar hevur tjúkkin eisini arga. Danska landsliðið vandi í Frederiksberg Hallerne í Keypmannahavn í morgun, men Svan vandi ikki saman vð hinum. Hann segði við danskar miðlar, at talan var um ein lítlan skaða í tjúkkanum, og at tað gongur framá við økslini. Harvið er hann meira bjartskygdur um støðuna sum heild, men 36-ára gamli vongurin sigur, at tað er ósannlíkt, at hann spælir fyrsta dystin í endaspælinum.
Lasse Svan hevur skorað rúgvuvís av málum og hevur stórt virði fyri danska landsliðið ígjøgnum árini (Mynd: EPA)
Landsliðsvenjarin segði, at hann dugir ikki at síggja, at Lasse Svan spælir leygardagin, og at so leingi sum hann ikki er til reiðar, so skal Jóhan á Plógv Hansen verða við. 24-ára gamli føroyski vongurin spældi tilsamans ein tíma í Fraklandi í vikuskiftinum og skoraði fimm mál - hann hevði fimm skotroyndir. Jóhan segði við danska TV2 eftir dystin sunnukvøldið, at hann vónaði fyri liðið, at Lasse Svan fór at vera til reiðar, tí at hann er ein so umráðandi leikari, men samsstundis at hann sjálvandi ynskir at koma við til EM, og hann kennir seg 100 prosent til reiðar til tað.
Sannlíkt er harvið, at Jóhan skal vera eykamaður hjá Hans Lindberg, toppskjúttanum í Bundesligaini undir endaspælinum - til Lasse Svan er frískur. Nikolaj Jakobsen hevur til fríggjakvøldið at velja endaliga hópin. Hann sigur við danska miðlar, at tað er væl møguligt at hann tekur allar 19, ið venja við nú til Svøríkis, og síðani skiftir út so hvørt sum tað er neyðugt. 16 leikarar og tveir eyka skulu vera á listanum, ið danski landsliðsvenjarin sendir inn. Tað er møguligt at skifta seks ferðir út í hópinum undir endaspælinum.
Danmark spælir fyrsta dystin í EM leygarkvøldið klokkan 17 í Malmo. Dysturin er ímóti Íslandi.
Hondbóltur
- So leingi Lasse ikki er til reiðar er Jóhan við
Hetta sigur danski landsliðsvenjarin, nú tað tykist alsamt meira greitt, at Lasse Svan ikki verður tøkur til dystin móti Íslandi leygardagin..
Jóhan á Plógv Hansen verður helst í hópinum til fyrsta dystin í EM-endaspælinum, ið verður leygarkvøldið (Mynd: EPA)
2020-01-08 12:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald