Golden League hevur hetta vikuskifti verið á skránni í Frakland. Fríggjakvøldið vunnu donsku heimsmeistararnir, eins og í HM-finaluni í januar, á Noreg.
Les eisini: Jóhan skoraði tvey avgerðandi mál
Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál í seinastu minuttunum tá, og føroyski høgri vongurin spældi í dag 1. hálvleik í franska høvuðsstaðnum. Í kvøld fekk hann tríggjar skotmøguleikar og skoraði væl uppá teir.
Jóhan á Plógv fekk ikki so nógvar skotroyndir í Golden League, men var tryggur, tá bólturin kom til hann (Mynd: Sverri Egholm)
Jóhan er ikki í 18-mans hópinum sum skal til Malmö, men møguleiki er framvegis fyri at 24-ára gamli Bjerringbro-Silkeborg vongurin verður skiftur inn í hópin. Lasse Svan er framvegis darvaður av einum hørðum slagi í vinstru øksl, ið hann fekk í Bundesliga dysti 17. januar. Hetta ger at 35-ára gamli Svan ikki fær skotið í løtuni.
Lasse Svan er, saman við serliga Rasmus Lauge, í kapprenning við tíðina í mun ti lat gerast heilt til reiðar til EM (Mynd: EPA)
Tað var b-ketan, ið fyri tað mesta mesta spældi í álopinum hjá Danmark í 1. hálvleiki: Svan, Rasmus Lauge og Magnus Landin, ið eisini eru ivasamur til byrjanina av EM vóru slett ikki í hópinum. Anders Zachariassen kom ikki á vøllin í dag, og Mads Mensah spældi ikki nógv. Mikkel Hansen var bert inni í yvirtalsstøðum og til brotsskøst; bæði vórðu í flestu førum avgreitt frágerða væl. Á Plógv, Øris, Saugstrup, Damgaard, Andersen og Bramming mannaðu fyri tað mesta álopið. Frakland megnaði ikki at steðga danska álopsspælinum yvirhøvur; Gerard hevði bert eina bjarging, og Micheal Damgaard skaraði framúr við sínum sjey málum, trimum assistum og tveimum vunnum brotskøstum. Kvikar føtur, hegni og øðilig skot.
Í verjupartinum royndist miðverjan René Toft - Henrik Mølgaard, ið helst er tann ætlaða samansetingin rímiliga væl. Toft er aftur eftir drúgvan skaða. Jannick Green stóð framúr væl móti Noreg, men í dag vóru fraklendingar ov dugnaligir. serliga góvu ungu bakkarnir Dika Mem og Elohim Prandi dønum trupulleikar, og Nikola Karabatic var eisini at síggja í klassiksari útgávu. Frakland fekk skjótt fatur á Danmark í 2. hálvleiki, og tað leikaði seg javnt á. So kom Landin í gongd í málinum, og Damgaard lukkaði dystin í seinasta danska álopinum.
(Mølgaard var aftur í París, har hann í nøkur ár spældi fyri PSG. Hann og eldri Toft-beiggin eru saman aftur - Mynd: EPA)
Talan var um hondbólt á allarhægsta støði, og tað sást ikki, at talan var um ein venjingardyst - eina fyrireiking til nakað meira umráðandi. Leikferðin var ógvuliga høg, og spennandi verður um liðini halda støðið til sjálvt endaspælið. Danmark leggur út móti Íslandi og gamla landliðsvenjaranum hjá Danmark, Guðmundi Guðmundsson, leygarkvøldið í Malmö. Frakland spælir fríggjakvøldið móti Portugal, ið basti fraklendingum í apríl. Endaspælið byrjar hósdagin.
Golden League 5. januar:
Frakland - Danmark 30-31 (14-17)
Noreg - Serbia 38-28 (16-16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald