Hann spældi hálvan tíma, skeyt tvær ferðir og skoraði tvær ferðir. Og Danmark vann júst við tveimum málum í fyrra Golden League dystinum hetta vikuskifti.
Les eisini: Jóhan skal royna seg ímóti Noreg
Sum fyrireiking til EM, sum byrjar hósdagin, hittust finalistarnir í HM-finaluni í januar. Noreg við Sander Sagosen á odda móti Danmark við Mikkel Hansen á odda. Serliga í 1. hálvleiki vísti Sagosen fleir ferðir sínar dygdir, men ígjøgnum dystin stóð nummar 24 við hárbandinum ikki nakað aftanfyri liðfelagan úr PSG. Báðir skutu átta mál í dystinum og gjørdust harvið deildir toppskjúttar.
Mikkel Hansen hevur fyrr spælt betri móti Noreg, men átta mál, tá hann spældi 2. hálvleik á høgra bakki, er ikki júst eitt vánaligt avrik (Mynd: EPA)
Tað vóru danir, ið byrjaðu betri og serliga verjuparturin eydnaðust heilt væl fyrstu tjúgu minuttirnar. Jannick Green stóð allan dystin og spældi sera væl. Ferð aftaná ferð tók eykamaðurin hjá Niklas Landin opin skot. Í hinum málinum syrgdi Torbjørn Bergerud fyri, at Danmark ikki slapp avstað, hóast danska liðið hevði fyrimunin í 1. hálvleiki.
Í hálvleikinum kom Jóhan á Plógv inn fyri Hans Lindberg. Fyrstu 13 minuttirnar av 2. hálvleiki skoraði Danmark bert tríggjar ferðir, og Noreg kom á odda. Men eftir eitt timeout og nøkur borgarlig orð frá Nikolaj Jacobsen kom donska álopsspælið í gongd aftur.
Tá stórir tríggir minuttir vóru eftir, spældi Mikkel bóltin út til Jóhan á Plógv Hansen, ið var ísakaldur og legði Danmark á odda aftur. Í næsta minuttinum fekk Mikkel Hansen eina útvísing fyri at nerta við Sagosen, og í næsta álopinum fekk Sagosen eisini tveir minuttir fyri at nerta við Niklas Kirkeløkke. Síðani kom bólturin út aftur til Jóhan, ið økti við enn einari góðari avslutning.
Frakland og Serbia spæla í kvøld. Danmark og Frakland spæla sunnukvøldið.
Golden League, 03.01:
Danmark - Noreg 28-26 (15-12)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald