Hondbóltur

Jóhan skal royna seg móti Noreg í kvøld

Føroyski vongurin er við danska EM-hópinum í Fraklandi, har seinastu venjingardystirnir undan endaspælinum verða leiktir í vikuskiftinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-03 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24-ára gamli vongurin úr Bjerringbro-Silkeborg vandi við hópinum nakrar dagar millum jól og nýggjár, og tá gjørdist greitt, at hann skuldi við til Golden League í Fraklandi nú fyrsta vikuskifti í januar. 

Les eisini: 
Boð eftir Jóhan á Plógv

Talan er um eina mini-kapping við trimum venjingardystum, har Danmark skal spæla ímóti Fraklandi og Noreg. Fyrsti dysturin verður í kvøld klokkan 17.15, har Danmark og Noreg hittast. Hann kann síggjast á danska TV2/TV2 Play.

Sera royndu høgru vengirnir úr týskum hondbólti, Hans Lindberg og Lasse Svan, vórðu úttiknir til plássið. Harvið er Jóhan á Plógv Hansen triðja val til EM-endaspælið. Men av tí at Lasse Svan gjørdist skaddur eina viku fyri jól, er Jóhan við til dystirnar hetta vikuskifti. 

Svan, ið er ein heimsins allarbestu á plássinum, hevur framvegis trupulleikar við økslini og verður tí spardur. Tað seinasta er, at Lasse Svan ikki fær skotið og er í kapprenning við tíðina.  Tó eru vónirnar góðar til, at 35-ára gamli leikarin verður tøkur. Hann hevði eitt frálíkt HM-endaspæl fyri einum ári síðani. 

Jóhan á Plógv fær seg so royndan hetta vikuskifti og kann syrgja fyri, at dystarformurin er har hann skal vera, og at hann fær víst, at hann er til át líta á, um tørvur verður á honum.

Føroyingurin var við til stóran part av HM á heimavølli, tí Lindberg varð skaddur. EM-endaspæli byrjar 9. januar. Danmark skal spæla sínar dystir í Malmö - tann fyrsti móti Íslandi 11. januar.


Danski hópurin:

Málverjar:
Niklas Landin, THW Kiel 
Jannick Green, SC Magdeburg 

Vengir:
Magnus Landin, THW Kiel 
Magnus Bramming, TTH Holstebro 
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt (spardur til Golden League - Jóhan á Plógv spælir ístaðin fyri hann)
Hans Lindberg, Füchse Berlin 

Strikur:
René Toft Hansen, S.L. Benfica
Magnus Saugstrup, Aalborg Håndbold
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt 

Bakspælarar:
Niclas Kirkeløkke, Rhein-Neckar Löwen
Mikkel Hansen, PSG Paris 
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold 
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen 
Rasmus Lauge, Vészprem KC (Trupulleikar við tjúkkanum - spælir ikki Golden League men verður allarhelst til reiðar til EM)
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf 
Jacob Holm, Füchse Berlin 
Michael Damgaard, SC Magdeburg 
Lasse Andersson, FC Barcelona
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder