- Hetta bleiv akkurát so strævið, sum eg væntaði framman undan. Føroyska liðið stressaði okkum alla tíðina, og teir vístu til tíðir sera gott spæl. Men sæð yvir tveir hálvleikir, so haldi eg at sigurin var uppiborin, segði norski venjari, Lars Lagerback millum annað á tíðindafundinum eftir dystin.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Norra fór avstað við teimum trimum stigunum á Tórsvølli mánakvøldið. Men sum heild var talan um ein javnan dyst, og serliga í fyrra hálvleiki kom føroyska liðið til fleiri góðar málmøguleikar.
Í seinni hálvleiki brendi eisini á framman fyri norska málið, og tættast við at skora var Odmar Færø, tá hann skallaði bóltin á stongini. Men bólturin vildi ikki inn um norska málverjan, og í staðin fekk Norra tvey mál og vann 2-0.
Næstu dystir hjá føroyska landsliðnum verða í september. 5. september fáa vit vitjan av Svøríki, og 8. september skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Spania, skrivar FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald