Avbjóðingin er stór, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum seinnapartin skal hitta Litava í sínum seinna HM-undankappingardysti í Sveis.
– Tann eyðkendi føroyski stríðsviljin má finnast fram og allar mugu gera sítt allar ítarsta, sigur landsliðsvenjarin Ágúst Jóhannsson við heimasíðuna hjá hondbóltssambandinum.
Føroyar spældu í gjár móti Finnlandi og mistu á stokkinum. Í dag er mótstøðan sterkari á pappírinum. Litava tapti í gjárkvøldið við einum máli móti Sveis, ið er mett at vera tað sterkasta liðið í bólkaspælinum. Ágúst Jóhannsson sigur, at talan er um eitt fysiskt sterkt lið:
– Litava spældi ótrúliga væl í gjár. Spælararnir eru høgir og sterkir og serliga bakkarnir eru vandamiklir. Okkara spælarar eru væl fyrireikaðar upp á uppgávuna, men hon verður trupul. Ídni hjá Føroyum skal tó ikki liggja eftir, sigur íslendski venjarin.
Les eisini: Føroyar skulu reisa seg eftir tapið fyri Finnlandi
Føroyar og Litava hava bert einaferð hittst áður. Tað var í 2004, tá Litava vann við trimum málum
Dysturin millum Føroyar og Litava byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð. Hann kann síggjast www.handballtv.ch/de
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald