Hondbóltur

HM-undankapping: Føroyar skulu reisa seg eftir tapið fyri Finnlandi

Føroysku kvinnurnar spæla seinnapartin móti Litava.

Føroyska liðið takkar áskoðarunum eftir dystin móti Finnlandi í gjár
(Mynd: hsf.fo)

Føroyska liðið takkar áskoðarunum eftir dystin móti Finnlandi í gjár (Mynd: hsf.fo)

2018-12-01 12:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum tapti í gjár 22-19 fyri Finnlandi í sínum fyrsta HM-undankappingardysti í Baden í Sveis.

Føroyar fingu fyrsta málið í dystinum og lógu á odda við einum og tveimum málum allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Føroyar.

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at í seinna hálvleiki haltaði í álopsspælinum. Tað varð stundum gjørt ov skjótt av, opnir møguleikar vórðu brendir, bóltar tveittir burtur og yvirtrakk varð gjørt. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tyktist orkan hjá Føroyum at ganga undan, og tá 48 minuttir vóru leiktir, legði Finnland seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum og byrjaði at draga frá.

Les eisini: Føroyar mistu sigurin móti Finnlandi

Føroyar spæla í dag annan av trimum dystum í Sveis. Í dag er uppgávan Litava, ið Føroyar leiktu ímóti fyri fyrstu og einastu ferð í 2004. Tá vann Litava við trimum málum. Í gjár tapti litaviska liðið við einum málið fyri sveisisku vertunum.

Føroyska liðið hevur møguleika at reisa seg nú seinnapartin. Litava er tó gjørdir til stórfavorittur av veddingarfyrutøkunum. Dysturin byrjar kl. 15.30, og kann stroymast her

Málskjúttar:
Durita Christophersen Jojic 6, Súna K. Hansen 4, Kristianna H. Joensen 2, Turið Arge Samuelsen 2, Maria H. Weyhe 2, Marianna G. Eystberg 1, Ninna K. Johansen 1, og Bjarta O. Johansen 1.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder