Hondbóltur

Video: - Stuttligt at uppliva hondbóltsáhugan í bygdini og kring landið

Tróndur Mikkelsen er hálvur gøtumaður - í sambandi við vitjan og venjing í Eysturoynni setur hann orð á sína støðu, um tað at koma í EM-form og møguleikarnar á "heimavøllinum í Oslo".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-06 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg veit, at pápi mín ikki hevur fokusera so nógv uppá hondbólt sum yngri - tí tað hevur ikki verið so nógvur hondbóltur, har hann kemur frá. Tí var tað stuttligt at koma aftur til bygdina ella øki í dag, og líkasum...merkja og skapa hondbóltsáhugað.

Hetta segði Tróndur Mikkelsen, stutt eftir at EM-hópurin hevði vitjað í skúlanum við Gøtugjógv í dag. 25-ára gamli bakspælarin er uppvaksin í høvuðsstaðnum, men er tann einasti í hópinu, sum hevur so sterk ættarbond til Eysturkommunu.

Pápi hansara er syðrugøtumaðurin Hans Jákup Mikkelsen. Harvið var tað ikki óvæntað Tróndur Mikkelsen, ið fekk orðið, tá hondbóltsspælaranir vóru komnir uppá pláss í skúlanum fyrrapartin.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen fegnaðist um at vera í Eysturkommunu - hann er hálvur syðrugøtumaður (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nógv børn lýddu spent á í morgun, og sluppu tey - umframt at fáa autografar frá landsliðshetjunum - at seta spurningar (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá góðu løtuni her - EM-dámur og gleði við Gøtugjógv

Tróndur Mikkelsen staðfesti eisini fyri Portalinum, at tað er gleðiligt at merkja áhugan kring landið, nú føroyingar fyrireika seg til enn eitt endaspæl - enn eitt endaspæl har ein rúgva av føroyingum vera á staðar fyri at stuðla við fullari megi.

- Vit vita, at allir dystirnir í EM verða torførir, men vit koma við eyka royndum nú, og tað fer at gagna okkum. Tað fer avgjørt eisini at hjálpa okkum, at tað verður sum á heimavølli í Oslo.

Bakspælarin og sterki verjuspælarin er uppvaksin í Neistanum og spælir nú í svenskum hondbólti. Tróndur Mikkelsen fekk eina góða byrjan í Karlskrona, men ein skaði í knæðið legði meinbogar í vegin síðst í oktober og ein stóran mánað fram.

Tróndur staðfestir tó, at "kroppurin er 100 prosent", og at hann og hinir í hópinum arbeiða hart fyri at vera í rætta "EM-forminum".

Hoyr samrøðu ovast

Sí eisini: Elias: - Økslin hevur tað betri og betri fyri hvønn dag

Sí myndir og frágreiðing frá venjingini á Kambsdali her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder