Hondbóltur

Myndir: Kend andlit á Kambsdali

Elias Ellefsen á Skipagøtu vandi ikki saman við hinum, tá føroyingarnir fínpussaðu EM-formin í Eysturoynni.

Elias Ellefsen á Skipagøtu rann intervall-renning uttanfyri síðulinjuna, meðan liðfelagirnir spældu hondbólt - nøkur børn komu eisini at fylgja við venjingini (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu rann intervall-renning uttanfyri síðulinjuna, meðan liðfelagirnir spældu hondbólt - nøkur børn komu eisini at fylgja við venjingini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-06 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nakrar dagar við størri venjingarhópi í høvuðsstaðnum og eftir eina vitjan í skúlanum við Gøtugjógv í morgun, koyrdu 17 spælarar harpiks á í einari høll, har hondbóltur sjáldan er longur.

Um middagsleitið vóru tó spælarar úr millum annað Bundesliguni og teimum bestu deildunum í Danmark, Svøríki og Íslandi at sígga á Kambsdali skamt frá Miðnámsskúlanum - har teir flestu ikki hava spælt ella vant hondbólt áður.

Av teimum 18 spælarunum í EM-hópinum vantaði málverjin Tórður Skorheim Guttesen. Blaðungi Micah Wardum Ragnarsson avloysti hann - annars var tað nummar 71, ið ikki vandi saman við hinum.

Eftir stoytin í økslina í dysti fyi Kiel stutt fyri jól, hevur nakað av ivamáli verið um Elias Ellefsen á Skipagøtu. Spælskiparin hevur tó kastað eitt sindur seinastu dagarnar, og tað gjørdi hann eisini eina løtu á Kambsdali í dag.

Sí eisini: Enn ivasamt við Eliasi 

Annars rann hann, gjørdi øvilsir og vandi styrki eina løtu saman við Teis Horn Rasmussen, sum eisini verður spardur eitt sindur í løtuni. Sum heild gongur framá hjá báðum - meira um støðuna hjá Eliasi seinni.

Spælararnir loystu nakrar taktiskar uppgávur á pappíri, áðrenn farið varð undir upphiting - sum so ofta áður var fótbóltsspæl partur av henni. Í hondbóltsvenjingini legði Peter Bredsdorff-Larsen sum heild nógvan dent á verjuspælið og á fyrstu bylgjuna í álopinum.

Sum venjingin leið komu fleiri børn í høllina at fylgja við, og millum annað var borgarstjórin í Eysturkommunu eisini framvið. Føroysku menninir venja saman aftur í morgin og hósdagin - í ávikavist høvuðsstaðnum og Vestmanna - og fríggjakvøldið klokkan 19 spæla Føroyar og Italia venjingardyst við Tjarnir.

Sí eisini: Myndi: EM-dámur og gleði við Gøtugjógv

Sí fleiri myndir úr ítróttarhøllini á Kambsdali niðanfyri (Dagført: 15.28)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder