Føroyski EM-hópurin hevði leygarkvøldið sína fyrstu veruligu venjing saman í sambandi við fyrireikingarnar til endaspælið.
Les eisini: Seta hol á EM-fyrieikingarnar
Til venjingarnar í gjár (sunnudagin) og í morgun vóru tó væl fleiri spælarar, enn teir sum skulu við flogfarinum til Oslo mikudagin 14. januar. Umframt teir 18 úttiknu, hava sum skilst 15 aðrir spælarar vant við, so at Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava havt yvir 30 mans at ráða yvir á venjingarvøllinum.
Talan er bæði um spælarar, sum hava verið á A-landsliðnum áður og menn, ið ikki hava roynt seg í hesum høpi. Hesir hava fingið víst seg fram, og vandu teir eisini við síðst í desember, tá allir, ið ikki spæla í Svøríki og Týsklandi dagliga, skuldi halda seg í gongd.
![]()
Nógvir spælarar til venjing við Tjarnir sunnudagin. Við hesum fáa føroyingar vant hart sum partur av fyrireikingunum til EM - og fleiri mans kunnu vísa seg fram fyri landsliðsvenjarunum. (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Venjingarnar hesar dagarnar eru týðandi partur av føroysku fyrireikingunum, áðrenn farið verður meira í smálutirnar um mótsstøðuliðini í bólkaspælinum - og áðrenn venjingardystirnar við Tjarnir um vikuskifti.
Teambuilding og vitjanir áðrenn venjingardystirnar
Føroyar spæla móti Italia fríggjakvøldið og sunnudagin. Áðrenn tað skulu teir átjan í EM-hópinum venja saman tríggjar ferðir afturat - og eisini gera ymiskt annað.
Seinnapartin er sonevnd "teambuilding" á skránni. Slíkt hava fleiri fyritøkur inn í millum, og gera føroysku landsliðini javnan slíkt virksemi. Sum skilst er millum annað judo á skránni í dag, har Jens á Skipagøtu skipar fyri.
Fyrrapartin týsdagin verður vitjað í fólkaskúlanum við Gøtugjógv, áðrenn liðið venur í ítróttarhøllini á Kambsdali. Bæði í dag og í morgin eru eisini vitjarnir hjá HSF-stuðlum á skránni.
Mikudagin verður EM-hópurin eina løtu á Norrønu, sum skjótt skal flyta yvir 1.200 spentar føroyingar til Oslo at stuðla liðnum. Har skulu hondbóltsspælararnir millum annað royna seg við matgerð.
Hósdagin verður vitjað og vant í Vestmanna, og tiltak verður eisini í SMS leygardagin.
---------------------------------------------
EM-hópurin
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HC København (DEN)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)
Sí eisini: Enn ivasamt við Eliasi
Venjingardystir við Tjarnir móti Italia:
Fríggjadagin 9. januar klokkan 19.00 og sunnudagin 11. januar klokkan 17.00.
Soleiðis verður spælt í EM-bólkaspælinum í Oslo
Fríggjadagin 16. jan kl. 19.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. jan kl. 17.00 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. jan kl. 19.30 Slovenia – Føroyar
Tvey tey fremstu liðini koma víðari til miðumfari, sum verður spælt í Malmö
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald