Hondbóltur

Video: - Sum at vinna FM

Tað var ikki so stuttligt at vera í leguni eftir Iran-dystin, men vit allir reisa okkum í dag, staðfestir Djóni Gaard Joensen. - Hetta er tað, sum Óli Mittún kann, og fantastiskt at hava so nógvar áskoðarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-05 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg minti Óla á í morgun, at hann skoraði 17 mál móti Svøríki seinast, og hatta er bara tað, sum Óli Mittún kann.

Hetta segði ein smílandi Djóni Gaard Joensen við Portalin. Annar av U19-venjarunum hevði nógv at fegnast um í kvøld, tí Føroyar reistu seg eftir Iran-dystin og spældu seg víðari í HM-endaspælinum.

- Vit fingu gjørt "tann dystin lidnan" á middegi í morgin, tá vit høvdu eitt ordliga prát við Jens á Skipagøtu, mentalvenjara

Óli Mittún nevndi eisini Jens á Skipagøtu í sínari samrøðu

(Mynd/Video Egin Tollaksson Kass)

[object Object]

Djóni Gaard Joensen sigur eisini, at venjaratoymið tordi betri at brúka breiddina hesaferð og at spæla millum annað 7 móti 6. 

Nú eru hvílidagur í morgin, men fyrireikingarnar eru í gongd til Týskland í meginumfarinum mánadagin. Og tá man vinnur á Svøríki og spælir so væl: Hví ikki eisini Týskland?

Sí eisini: 
Føroyingar syftu sviar
Myndir: Føroyar - Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder