2019-11-09 16:03
Dan í Soylu verður aftur at síggja í reyðum og svørtum í 2020. Hann kom til HB úr EB/Streymi í 2018, og hevur síðani spælt 63 dystir og skotið 14 mál.
Hesum boðar HB frá á heimasíðuni.
Dan í Soylu og Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB (Mynd: Hb.fo)
- Hetta er Føroya størsta felag. Tá man er komin her, fer man ikki bara avstað aftur, sigur Dan tá HB-heimasíðan spyr hann hví hann velur at halda fram í felagnum
- Og so havi eg verið við til at vinna bæði FM og steypakappingina, leggur hann afturat.
Dan í Soylu er 23 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald