Tá HB í gjár vann 1-0 á 07 Vestur var eingin Hanus Sørensen á dómaraseðlanum - hetta hóast landsliðsspælarin og maðurin við næstflest uppleggum í Betrideildini ikki var skaddur, sjúkur, leikbannaður ella burtur av aðrari orsøk.
Hanus var við øðrum orðum heilt tøkur, men, sum víst varð á fyrr í vikuni, nógv bendi á, at Hanus Sørensen hevði spælt sín seinasta dyst fyri HB á hesum sinni.
Sí eisini: Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt
Orsøkin er skiftið til slovenska meistaraliðið. Sáttmálin, sum hoyvíkingurin hevur undirskrivað við NK Celje, kemur sum skilst í gildi 1. november - dagin fyri steypafinaluna á Tórsvølli millum HB og B36.
Portalurin hevur tosað við Símun Samuelsen, nenvdarlim í HB. Vit hava spurt, hvussu tað ber til, at man er endaður í hesi, fyri so at siga allar partar, keðiligu støðuni.
- Tá HB gjørdi sáttmála við Hanus upprunaliga, var man ikki vitandi um at steypafinalan í 2024 fór at ligga 2. november. Ei heldur visti man í 2022, at HB fór at røkka finaluni tvey ár seinni. Tað vistu vit í fyrsta lagi 23. august í ár.
Símun Samuelsen staðfestir samstundis, at man í HB ikki kennur avtaluna millum Hanus og nýggja felagið. Nevndarlimurin fær bert víst til støðuna hjá HB.
Hanus Sørensen er endaður í serstøðu vegna sáttmálastøðu sína - í næstu viku skal hann helst spæla landsdystir, men í løtuni venur hann við næstbesta liðnum hjá HB (Mynd: Sverri Egholm)
Um avtalan millum Hanus Sørensen og nýggja felag hansara er komin í lag, áðrenn steypafinaluplássið er tryggjað, ella um hon er komin uppá pláss nakað aftaná 23. august, vita vit ikki við vissu. Men av tí at sáttmálin við HB gongur út 31. oktober, so kundu onnur feløg frítt samráðast við 23-ára gamla miðvallaran.
Tann møguleikin varð tikin í Slovenia. Hanus Sørensen er tó framvegis HB-spælari í 25 dagar afturat. Í felagnum/venjaratoyminum vil man tó ikki nýta tíð og orku uppá hann, nú einki er at spæla fyri í Betrideildini, og Hanus ikki er tøkur til 2. november.
Spælarin, sum skal við A-landsliðnum í næstu viku, vandi við 1. deild hjá HB fríggjakvøldið. Hetta kann tykjast nakað hart. Símun Samuelsen vísir tó á, at hetta er ein ítróttarlig avgerð, og at tað ikki er so, at Hanus Sørensen ikki sleppur inn í HB-húsið longur.
- Hanus skiftir felag og kann ikki spæla finaluna. Tí velur man at hugsavna seg um teir sum kunnu spæla finaluna. Hanus venur enn í felagnum, bara ikki við Betri hópinum. Tað er einki persónligt mótvegis Hanusi og verður hann sæddur sum ein av okkara egnu, sum í ár hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot.
Símun Samuelsen, nevndarlimur hjá HB, setur nøkur orð á støðuni (Mynd: Sverri Egholm)
Hanus hevði sjálvur lítið at siga um støðuna, tá Portalurin setti seg í samband við hann fyrr í vikuni.
- Eg havi sáttmála við HB til 31 oktober, og til tá geri eg tað, sum er best fyri HB. Eg kann einki annað siga í løtuni.
Hanus Sørensen hevur verið lyklaspælari hjá HB í 2024 og ein profilur í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald