Fótbóltur

- Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum at fáa stig í byrjanini av kappingini

Tað sigur royndi AB-leikarin Rógvi Nónsgjógv Poulsen. Eftir ein tungan uppstart, kom AB væl frá byrjan við javnleiki móti Víkingi.

- Okkara venjarar hava verið dugnaligir til at raðfest venjingar, ið hóska til liðið, sigur Rógvi Poulsen, ið her sæst í dystinum leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Okkara venjarar hava verið dugnaligir til at raðfest venjingar, ið hóska til liðið, sigur Rógvi Poulsen, ið her sæst í dystinum leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-12 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitið ið loypti mest hvøkk á í 1. umfari í Betrideildini, var tað, sum kom á Argjum. Í seinasta dystinum leygardagin skuldi Víkingur, undir nýggja venjaranum Eyðuni Klakstein og við nýggjum leikarum sum Lukaszi Cieslewicz, royna at fáa trý stig móti AB, ið hevur sæð veikt út í uppstartinum. Argjamenn vildu tað tó øðrvísi, og nýggja venjaraparið, Símun Samuelsen og Tonny Brimsvík, fingu stig í fyrstu royndini. Vit hava spurt roynda miðvallaran Rógva Nónsgjógv Poulsen, hvat lá aftanfyri góða úrslitið hjá AB:

- Tað var ein trupul uppgáva at skula loysa leygarkvøldið. Víkingur er eitt sterkt lið í føroysku deildini, meðan vit verða mettir at vera millum tey veikastu liðini. Stórar broytingar í hópinum og í venjaratoyminum hava ført við sær, at liðið má uppbyggjast á nýggjum. Í fótbólti er tað sera týdningarmikið, at liðið arbeiðir saman sum ein eind, og serliga er tað týdningarmikið hjá teimum á pappírinum veikaru liðunum. Av tí at veruligi uppstarturin, har vit hava fingið vant sum vanligt og spælt venjingardystur fram ímóti 9. mai, var so stuttur, hava vit, og onnur lið, ikki havt nógva tíð at fyrireika okkum. Tískil hevur tað havt stóran týdning at raðfesta venjingar, ið hóska liðnum best. Tað hava okkara venjarar verið dugnaligir til, og hevur hetta havt eina ávirkan á, hví okkara gameplan eydnaðist ímóti Víkingi.

[object Object]
Símun Samuelsen í venjaradebutini í Betrideildini 

Hvussu upplivdi Rógvi so sjálvan dystin?

- Dysturin var rættiliga javnur, har liðini høvdu nøkulunda líka nógvar málmøguleikar. Víkingur var mest á bóltinum, sum eisini var okkara gameplan, og høvdu teir trupult við at koma ígjøgnum okkara lið í verjustøðu. Dysturin kundi fara báðar vegir, men óneyvleiki framanfyri málinum, frá báðum liðum, gjørdi at dysturin endaði 0-0. Okkara leikarir vístu góðan hugburð og góðan innsats, sum eisini skal til fyri at fáa gott úrslit.

30-ára gamli Rógvi Poulsen spældi sín dyst nummar 185 í Betrideildini leygardagin. Hann var ógvuliga fegin um møguleikan at spæla kappingardyst aftur, men staðfestir at langi dystarsteðgurin veruliga merktist:

- Tað er heilt fantastiskt at koma í gongd aftur. Nú minnast vit aftur, hví tað er so stuttligt at spæla fótbólt, og motivatiónin at venja er nógv hægri, tá ið ein venur fram ímóti einum dysti. Tað merkist, at steðgurin hevur verið so langur. Leikarar eru ikki í tí ynskta forminum, og tað samanhangandi spælið hjá liðunum í deildini er allarhelst eisini ávirka av hesum langa steðginum og stutta uppstartinum. Men fótbólturin er aftur í gongd, og tað hevur nógv at siga.

Rógvi viðgongur, at tað ikki hevur sæð gott út hjá AB í venjingardystunum. Ofta er kappingarárið hjá teimum úti á Argjum byrjað illa, og tí er tað umráðandi, at stig komu til høldar beinanvegin:

- Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum at fáa stig í byrjanini av kappingini. AB hevur í nógv ár havt eina keðiliga byrjan av kappingarárinum, har sera fá stig er vunnin. Tað hevur gjørt uppgávuna hjá okkum sera torføra í seinnu hálvu. Nú hava okkara vinardystir ei heldur sæð serliga penir út, og er tað tískil týdningarmikið at fáa vent hesari gongd beinanvegin. Men tað verður enn einaferð ein trupul uppgáva hjá okkum at fáa stig komandi umførini, tí mótstøðuliðið sunnudagin er B36 á útivølli, og vikuna eftir HB á heimavølli. Vit hava tó góðar vónir og fara at gera okkara fyri at fáa gott úrslit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder