Fótbóltur

- Tað merkir nógv fyri felagið at spæla steypafinalu

Annað árið á rað skal Jóhannes Bjørgvin spæla steypafinalu - hesaferð í Íslandi við Stjarnuni. Vongurin væntar sær stóran leiklut í Laugardalshøllini í morgin, har tað helst fer at kóka.

24-ára gamli føroyingurin sæst her til vinstru til U21-landsdyst hjá beiggja sínum, Kristoffuri, í Berlin. Jóhannes Bjøørgvin gleðir seg til

24-ára gamli føroyingurin sæst her til vinstru til U21-landsdyst hjá beiggja sínum, Kristoffuri, í Berlin. Jóhannes Bjøørgvin gleðir seg til "stemningin" í høllini og at umboða felagið úr Garðabær á stóra pallinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-28 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað merkir nógv fyri felagið – Stjarnan vann seinast steypakappingina í 2007, og tað var júst í dysti ímóti Fram, har Fram eisini var favorittur. Stemningurin er góður kring liðið, og vit vænta sera nógv folk í høllini í morgin.

Soleiðis sigur Jóhannes Bjørgvin, sum Portalurin hevur fingið fatur á seinnapartin. Føroyski vongurin skal spæla íslendska steypafinalu í morgin, leygardagin 1. mars klokkan 16 føroyska tíð. Hon sæst á RÚV.

Stjarnan skal, eins og í 2007 royna at fella Fram, sum er í favorittleikluti. Fram vann hálvfinalu móti Afturlending mikukvøldið. Har spæla Hallur Árason og Sveinur Olafsson. Harvið gjørdist tað ikki ein føroyingafinala, men eftir sigurin hjá Stjarnuni móti ÍBV mikukvøldið gleðir 24-ára gamli føroyingurin í Stjarnini seg nú bara til stóru uppgávuna.

- Eg síggi fram til at spæla eina finalu her. Nú smakkaði man eitt sindur til stemningin í hálvfinaluni, so tað man hevur avgjørt okkurt at gleða seg til.

[object Object]
Jóhannes gjørdist steypavinnari við VÍF í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan spældu seg í steypafinaluna

Jóhannes hevur spælt við VÍF og Neistanum í Føroyum. Hann var við at vinna steypafinaluna við VÍF - móti Neistanum - í fjør. Hann er fyrsta val á vinstra vongi hjá Stjarnuni og vónar bara, at ein smærri skaði ikki darvar ov nógv í Reykjavík í morgin.

- Eg havi spælt meira ella minni fullan dyst síðstu fýra dystirnar og vænti at fáa stóran leiklut í morgin eisini. Har er tó ein smáskaði í lærinum, sum ger, at eg møguliga ikki venji 100 prosent við í kvøld. Vónandi fær tað onga ávikran á spælitíðina í morgin.

Til seinast spurdi vit Jóhannes Bjørgvin, hvat skal til fyri at Stjarnan vinnur finaluna í morgin móti liðnum, sum er níggju stig frammanfyri í landskappingini.

- Fyri at vinna á Fram skulu vit standa eins væl í verjuni, sum vit gjørdu í serliga  seinna hálvleiki móti ÍBV. Somuleiðis skulu málmennirnir hjá okkum standa ein góðan dyst og vit skulu ikki gera ov nógv mistøk í álopinum, ið kosta skjót-álopsmál ímóti okkum.

Í fjør vann Allan Norðberg íslendsku steypafinaluna við Vali. Nú kann Jóhannes Bjørgvin gera strandinginum kynstrið eftir. Tíverri varð ikki talan um føroyska umboðan í kvinnufinaluni eisini. Liðið hjá Silju Arngrímsdóttir Müller, Valur, tapti tepurt í hálvfinaluni.

Finalan hjá Jóhannes Bjørgvin og liðfeløgunum byrjar í morgin, leygardagin 1. mars kl. 16. Hon sæst á RÚV sum millum annað er partur av Televarpspakkanum. Annars ber til at fylgja við á handbolti.is

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder