Hondbóltur

- Snýr seg eisini um framtíðar endaspøl og menningina

Mark-Lausen Marcher, høvuðsvenjari hjá U18 og ítróttarstjóri í HSF, setur nøkur orð á EM-lutakøstini, har U18 "rakti betri" enn U20.

2024-03-01 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur nógvar royndir við ungdómskappingum - millum annað 02-árganginum - og er nú høvuðsvenjari hjá U18-dreingjunum, umframt ítróttarstjóri í HSF. Mark Lausen-Marcher kann eftir lutakøstini í gjár staðfesta, at U18 rakti betri enn U20-dreingirnir: 

- Tað er sjálvandi torført, tá man kemur í bólk við Spania, sum er evropameistari og heimsmeistari. So var Frakland ikki júst tað liðið, sum vit ynsktu fyri U20-maenninir úr potti 3. Tað verður tó sanniliga eisini ein spennandi avbjóðing at spæla ímóti teimum heilt góðu, og soleiðis verða vit jú eisini betri

U20 EM 2024 - í Slovenia í juli

Bólkur C:
Spania
Føroyar
Frakland
Sveis

Les eisini: U20: Føroyar fingu eitt tungt lutakast

Ítróttarstjórin staðfesti eisini, at Sveis kennir man ikki so nógv til í hesum árganginum. Tað sama er galdandi fyri tvey av liðunum í bólkinum, sum U18 fekk:

- Italia hava vit ikki sæð nakað av. Teir vóru ikki við til European Open í fjør. Í teirra undankapping til hetta endaspælið, spældu teir tættan dyst móti Niðurlondum, sum vit vunnu á í fjør. Útfrá tí burdi so verið ein góður møguleiki. Montenegro vita vit sum so einki um: Tað er vertstjóðin, og júst hesir árgangirnir hjá teimum hava ikki spælt nakrar almennir dystir enn. Vit vita tó, at hini liðini, sum vóru í potti tvey, eru sterk.

U18 EM 2024 - í Montenegro í august

Bólkur F:
Ísland
Montenegro (Vertstjóð)
Føroyar
Italia

Tað eru Mark Lausen-Marcher og íslendingurin Kristinn Guðmundsson, sum eru venjarar hjá U18-monnunum. Ísland kenna teir væl. Føroyar og Ísland hava spælt fýra venjingardystir móti hvørjum øðrum í hesum árgagunum. Ísland hevur vunnið allar, men munurin hevur ikki verið stórur. Ísland var eitt av veikaru liðunum í ovasta styrkisbólki, og Føroyar kunnu spæla upp ímóti teimum á einum góðum degi.

[object Object]Føroyski U17-hópurin, sum var til European Open í fjør. Hesir eru nú eitt eldri, og fleiri vera helst at síggja til EM í Montenegro í august (Mynd: HSF)

Sum heild snúgva hesi endaspølini seg nógv um menning, har ungir føroyingar kunnu royna seg á høgum stigi. Í hesum førum er júst tað uppaftur meira galdandi fyri U18 - 06- og 07-árgangirnir skulu til síni fyrstu endaspøl. Tað snýr seg eisini um at gera spælarar til reiðar til A-landsliðið vónandi, sigur Mark Lausen-Marcher.

- Vit fáa ikki ein Elias, Hákun ella Óla í hvørjum árgangi, men vit síggja menning, og at árgangirnir sum heild gerast sterkari í breiddini. Ymisku árgangirnir eru nakað svingandi, men tað eru fleiri góðir spælarar, og tað snýr seg um at arbeiða hart víðari.

Til endaspølini hjá ungu føroysku monnunum í summar snýr tað seg eisini komandi endaspøl. Tað eru úrsltini hjá núverandi U20, umframt 02- og 03-árgangunum, sum hava gjørt, at Føroyar hava eitt pláss í EM-endaspælinum fyri U18, og teir á U20-landsliðnum hava vunnið seg í núverandi EM við at enda í topp-so høgt fyri tveimum árum síðani.

Sambært Mark Lausen-Marcher, so snýr tað helst um enda innanfyri topp-tíggju fyri at tryggja sær pláss til HM, sum er á skránni næsta ár. Tað er ikki heilt víst enn, hvussu nógv pláss Evropa fær, men hjá 04- og 05- árgangunum var topp-11 nóg mikið. Tað er meira viktugt hjá U20-dreingjunum at vinna sær HM-pláss, tí so fáa teir U21 HM við, áðrenn ungdómshondbólturin endar. Man skal ikki enda millum tey trý aftastu - so missir landið plássið til EM um tvey ár.

Les eisini: Soleiðis síggja EM-bólkarnir út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder