Hondbóltur

U20: Føroyar fingu tungt lutakast

Skulu spæla ímóti sponsku evropa- og heimsmeistarunum, umframt Fraklandi og Sveis í Slovenia í juli. Tað verður spennandi men helst stríggið, í mun til koma víðari.

Tróndur Johnsson til HM-endaspælið í fjør. Føroyar skulu stríðast móti hondbóltsstórveldum til EM-endaspælið í juli (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Tróndur Johnsson til HM-endaspælið í fjør. Føroyar skulu stríðast móti hondbóltsstórveldum til EM-endaspælið í juli (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-02-29 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kundi valla verið verri fyri Føroyar á pappírinum. U20-menninir vóru í næstovasta styrkisbólki til dagsins lutakast, men fingu allarbesta liðið í 04- og 05-árgangunum, helst besta liðið úr potti trý - sum eisini hevur nakað at løna Føroyum aftur - og so Sveis.

Tað er eingin ivi um, at Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir veruliga skulu kýta seg í Slovenia: Aftur skulu hesir árgangirnir royna seg móti Spania og Fraklandi í einum bólkaspæli.

[object Object]
Allir bólkarnir til EM-endaspælið fyri U20 seinni í ár. Føroyar kundu enda í einari - á pappírinum - nógv betri støðu (Mynd: EHF)

Spania vann HM fyri U19 í fjør og EM fyri tveimum árum síðani, so tað verður ein risastórur biti. Føroyar taptu við tíggju málum í EM-bólkaspælinum seinast.

Føroyar vunnu á Fraklandi til júst EM-endaspælið í 2022, men tað verður ikki lætt at gera tað aftur. 

Ilt er at meta um Sveis, men tað er helst ein dystur har Føroyar fara at standa sum favorittar.

U20 EM 2024
Bólkur C:
Spania
Føroyar
Frakland
Sveis

Tá hesir árgangirnir vóru til EM fyri tveimum árum síðani, endaðu Føroyar á 9. plássi. Kravið fyri at koma víðari í EM-endaspælinum nú er at vinna bólkin ella at gerast ein av bestu tvey'arunum. Seks bólkar eru. 

EM-endaspælið fyri U20 landslið verður í Celje í Slovenia. Hetta í døgunum 10.-21. juli.

U18-menninir spæla í august. Teir fingu hinvegin eitt væl betri lutakast. Les meira: U18: Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi í EM-endaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder