Lutakastini til U18 og U20 EM-endaspølini hjá monnum hava verið í dag. U18-landsliðið kom í bólk saman við Íslandi, Montenegro og Italia, meðan U20-landsliðið kom í bólk saman við Spania, Fraklandi og Sveis.
Á papírinum er helst talan um gott lutakast hjá U18. Føroyar hava møtt Íslandi fýra ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar dystirnar, men hevur málmunurin ikki verið stórur.
Montenegro hevur ikki spælt nakran altjóða skrásettan dyst við hesum árganginum enn, og tískil fyriliggur eingin meting av hesum liðnum.
Italia vann seg til EM-endaspælið við at vinna á Litava og spæla javnleik móti Grikkalandi í undankapping.
Les eisini: U18: Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi í EM-endaspælinum
U20-mennirnir komu í bólk við HM- og EM-meistarunum úr Spania. Hetta er ein sera sterkur árgangur hjá Spania. Føroyar vóru eisini í bólki saman við Spania í U18 EM-endaspælinum í 2022, og tá vann Spania greitt, 35-25.
Føroyar møttu eisini Fraklandi til EM 2022. Tað var í síðsta umfari í bólkaspælinum, og taldu stigini við í niðara meginumfarinum Tí Føroyar vunnu 29-26.
Føroyar hava ikki møtt Sveis áður, og vóru teir ikki við í EM í 2022 ella HM 2023.
Les eisini: U20: Føroyar fingu tungt lutakast
Lutakastið:
Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr bólkunum A, B og C, og hin úr bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur, og eru tryggjaði HM-pláss og EM-pláss hjá U18.
4 teir verru tvey´ararnir koma víðari at spæla um plássini 9-16 saman við 4 teimum bestu trý´arunum. Hesi lond eru tryggjaði EM-pláss hjá U18 og spæla um eftirverandi HM-pláss.
2 teir ringastu trý´ararnir og teir 6 fýrarar´nir koma at spæla um plássini 17-24. Hesi spæla um møguliga niðurflyting hjá U18, trý lið rykkja niður, og eru harvið ikki við til EM um tvey ár.
Hondbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald