Fótbóltur

- Tað var nú ella ongantíð

Klæmint Andrasson Olsen sigur við Portalin, at hann er bæði eyðmjúkur og errin av sáttmálanum milum hann og íslendska meistaraliðið, sum í dag er kunngjørdur, og fegnast hann um møguleikan at royna seg uttanlads.

- At royna seg í einum øðrum umhvørvið, við nýggjum fólkum og fótbóltspæli á einum hægri støði, enn eg eri vanur við, er drívmegin til at verða ein enn betri útgáva av sjálvum á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

- At royna seg í einum øðrum umhvørvið, við nýggjum fólkum og fótbóltspæli á einum hægri støði, enn eg eri vanur við, er drívmegin til at verða ein enn betri útgáva av sjálvum á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-13 12:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani niðurflytingin hjá NSÍ gjørdist veruleiki miðskeiðis í oktober hevur tað verið dúgliga skrivað um, snakkað um og gitt um, hvar fótbóltsframtíðin hjá Klæminti Andrasson Olsen liggur.

Landsliðsvenjarin gjørdi greitt, at tað ikki fór at bera til at spæla fast í næstbestu deildini og samstundis vera á landsliðnum. 32-ára gamli rituvíkingurin er eitt mál frá at einsamallur taka málmetið á landsliðnum.

Klæmint er tó kendur sum "Mr. NSÍ". Hann hevur seinastu 15 árini spælt næstan 450 ferðir á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, ið hann hevur skorað samanlagt 261 ferðir fyri NSÍ, ið ikki vildi sleppa honum fyri lítið og lætt. Tó var vilji at finna eina loysn, og tann loysnin varð, at mest skorandi leikarin nakrantíð í føroyskum fótbólti nú hevur skrivað undir tvær nýggjar avtalur. Avtalan við NSÍ verður longd til 2024, og síðani verður Klæmint leigaður út til íslendska meistaraliðið Breiðablik næsta kappingarár.

[object Object]
Í dystinum, har niðurflytingin varð veruleiki. Síðani hevur Klæmint umhugsað støðuna í nærum tveir mánaðir 

[object Object]
Tað at verða verandi á landsliðnum hevur spælt sín leiklut (Myndir: Sverri Egholm)

Hesum boðaði NSÍ frá fyrrapartin. Við Portalin sigur Klæmint Andrasson Olsen, at tað var skjótt, at áhugi var úr Íslandi, og at hann kennir á sær, at hetta helst er seinasti møguleiki hansara fyri einum ævintýrið uttanfyri landoddarnar

- Tá ið nú støðan bleiv sum hon bleiv við NSÍ, var tíðin at umhugsað aðrar avbjóðingar ein veruleiki. At áhugi rættiliga skjótt kom frá Íslendsku meistarunum var sjálvandi sera áhugavert. Hetta er nokk eisini síðsti møguleiki hjá mær at fáa møguleikan at spæla yrkisfótbólt uttanlands, so tað var nú ella ongantíð.

Talan verður um eitt stórt umskifti hjá húsavøðrinum úr Rituvík, ið setur orð á stóra stuðulin og júst tað, at talan verður um nakað heilt nýtt fyri hansara viðkomandi:

- Við treytaleysum stuðli og vælvild frá konu, børnum og familju annars, so gerst hesin møguleikin møguligur. Eg eri øgiliga spentur at royna nakað heilt nýtt. At royna seg í einum øðrum umhvørvið, við nýggjum fólkum og fótbóltspæli á einum hægri støði, enn eg eri vanur við, er drívmegin til at verða ein enn betri útgáva av sjálvum á vøllinum.

Nýggja tilveran í Kópavági byrjar eftir nýggjár. Breiðablik skal í summar spæla í Champions League - felagið hevur fyrtir stuttum fingið ein annan føroyskan landsliðsleikara í hópin: Patrik Johannesen. Saman við tvøramanninum skal Klæmint í 2023 royna at skjóta Breiðablik til enn eitt meistaraheiti og góð úrslit í Evropa.

- Eg eri bæði eyðmjúkur og errin av hesum báðum sáttmálunum, sum í dag eru kunngjørdir og haldi eg, at hetta er tann besta loysnin fyri Nsí, Breiðablik og meg sjálvan, sigur Klæmint at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder