Annað

– Tað verður endin á OL, sum vit kenna tað

Tað er ikki upp til stjórnir at avgera, hvør kann luttaka í altjóða ítróttakappingum, sigur Thomas Bach, IOC-forseti, nú ráðharrar í fleiri londum hava gjørt greitt, at teir ikki ynskja at loyva russarum og hvítarussarum at luttaka í OL í París.

Thomas Bach, IOC-forseti (Mynd: EPA)

Thomas Bach, IOC-forseti (Mynd: EPA)

2023-02-12 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hava myndugleikarnir í fleiri londum lagt trýst á Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) fyri at fáa íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi útihýstar úr OL.

Men stjórnir skulu ikki avgera, hvør kann luttaka, sigur Thomas Bach, IOC-forseti.

– Tað er ikki upp til stjórnir at avgera, hvør kann luttaka í ítróttatiltøkum, tí tað hevði verið at gjørt ein enda á altjóða ítróttakappingum, og HM og OL, sum vit kenna tað, sigur hann sambært DR.

Fríggjadagin samdust ráðharrar úr 35 londum annars um, at Russland og Hvítarussland ikki eiga at verða umboðað í OL, sum verður í París í 2024.

Oleg Matytsin, russiskur ráðharri í ítróttamálum segði eftir fundin, at niðurstøðan hjá teimum 35 londunum ikki kundi góðtakast.

Les eisini: 35 lond samd um at Russland og Hvítarussland skulu útihýsast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder