Tað verður nærum ein beinleiðis meistarafinala í Reykjavík, tá Víkingur Reykjavík tekur móti Breiðablik í seinasta umfari av íslendsku landskappingini í kvøld.
Bæði liðini hava eins nógv stig eftir 26 umfør, men Víkingur hevur betri málúrttøku. Harvið kunnu Gunnar Vatnahamar og teir liva við javnleiki.
Víkingur vann meistaraheiti í fjør, og verjir tað harvið. Í viðmerking við Portalin í gjáramorgunin, staðfestir 29-ára gamli leirvíkingurin og landsliðsspælarin, at teir í Víkingi royna at halda seg til tað vanliga
- Hóast dysturin sunnudagin hevur nógv at siga, so takkla liðið og eg hann sum allar aðrar dystir. Vit fyrireika okkum gjølla uppá styrki og veikleikar hjá mótstøðu liðnum og royna at útnytta tað til okkara fyrimun.
Heimaliðið hevur roynt at syrgt fyri, at áskoðaratalið til risastóra dystin verður so stórt sum gjørligt.
- Tað sigst, at felagið hevur økt um setur til áskoðarnar við plattum, og at tað er útselt. Hetta verður heilt sikkurt eitt brak av einum dysti, og vónandi koppar tað okkara veg, sigur Gunnara Vatnhamar
Gunnar Vatnhamar hevur nú skorað í einum Conference League-deildarspæli. Hann varð íslendskur greipuvinnari í fjør, og nú er nøsin sett móti gulli í morgin (Mynd: fotbolti.net)
SVíkingur Reykjavík hevur syrgt fyri, at so nógv sum gjørligt kunnu koma til avgerandi dystin í morgin, tá felagið hjá Gunnari skal royna at endurvinna meistaraheiti - hetta móti liðnum hjá Patrikki Johannesen
Les eisini: - Ljósabláa hjartað bankar harðliga fyri tíðina
Gunnar er fastur maður hjá Víkingi. Patrik Johannesen hevur ikki vunnið sær fast pláss hjá Breiðablik, síðani tvøramaðurin kom aftur eftir krossbandsskaðan. Patrik hevur ikki spælt nakran minutt seinastu fýra umførini.
Tó hevur 29-ára gamli føroyingurin samanlagt spælt í 17 dystum fyri Breiðablik, ið keypti hann leysan seint í 2022 - nakrar mánaðir áðrenn Víkingur keypti Gunnar Vatnhamar.
Portalurin fekk í gjár Patrik at seta nøkur orð á stóru uppgávuna - álopskendi spælarin væntar ikki lítið:
- Tað verður størsti dystur í Íslandi í nýggjari tíð. Leikarnir eru spentir og hava góðar vónir. Tað verður ein góður dystur; við nógvum nærdystum og góðum fótbóltsspæli. Vit trúgva 100 prosent uppá sigurin.
Tað er júst neyðugt hjá Breiðablik at vinna, um meistararnir frá 2022 skulu taka meistaraheitið aftur frá Víkingi. Hósdagin skoraði Gunnar Vatnhamar í søguligum evropeiskum sigri hjá Víkingi á vøllinum hjá Breiðablik í Kópavági. Nú er tað ikki samstarv men stríð á breddanum
Liðini við 59 stigum hittast á Víkingsvøllinum klokkan 18.30 í kvøld, sunnudagin 17.30. Ein føroyingur endar við gulli og ein við silvuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald