- Tað var óveruligt at vinna og ikki minni at skora í einum so minnisríkum dysti. Tað er enn ein dreymur, sum er blivin til veruleika. Hetta var eitt framúr avrik frá øllum somlum á liðnum, og vit hava bara at avrika líka væl sunnudagin.
Orðini eigur Gunnar Vatnhamar. Landsliðsspælarin skoraði í søguliga 3-1 sigrinum hjá Víkingi Reykjavík í Conference League móti Cercle Brügge hósdagin, og Portalurin fekk í telefonsamrøðu í gjárleirvíkingin at seta orð á hetta. Hetta var fyrsti íslendski sigurin móti belgiskum felagi og tann fyrsti hjá einum íslendskum liði í einum evropeiskum deildarspæli/bólkaspæli.
Les eisini: Gunnar skoraði í søguligum sigri sunnudagin
Dysturin sunnudagin, sum Gunnar Vatnhamar nevnir, er heilt serstakur. Víkingur skal spæla beinleiðis meistarafinalu móti Breiðablik í seinasta umfari av íslendsku landskappingini.
Bæði liðini hava eins nógv stig eftir 26 umfør, men Víkingur hevur betri málúrttøku. Harvið kunnu Gunnar og teir liva við javnleiki
- Hóast dysturin sunnudagin hevur nógv at siga, so takkla liðið og eg hann sum allar aðrar dystir. Vit fyrireika okkum gjølla uppá styrki og veikleikar hjá mótstøðu liðnum og royna at útnytta tað til okkara fyrimun.
Gunnar Vatnhamar hevur nú skorað í einum Conference League-deildarspæli. Hann varð íslendskur greipuvinnari í fjør, og nú er nøsin sett móti gulli í morgin (Mynd: fotbolti.net)
SVíkingur Reykjavík hevur syrgt fyri, at so nógv sum gjørligt kunnu koma til avgerandi dystin í morgin, tá felagið hjá Gunnari skal royna at endurvinna meistaraheiti - hetta móti liðnum hjá Patrikki Johannesen
Hóast 29-ára gamli føroyingurin roynir at taka tað róligt, áðrenn hann kann endurvinna íslendska meistaraheitið, so er hann greiður yvir, at nógv verður gjørt burturúr - tað verður serstakt at spæla móti Patriki Johannesen og teimum á Víkingsvøllinum klokkan 18.30 í annaðkvøld.
- Tað sigst at felagið hevur økt um setur til áskoðarnar við plattum, og at tað er longu útselt. Hetta verður heilt sikkurt eitt brak av einum dysti, og vónandi koppar tað okkara veg.
Seinnapartin verður dystur í Sarpugerði. Hann fer Gunnar Vatnhamar av góðum orsøkum ikki at vera til - og heldur ikki til meistaraheitsfagnaðin áðrenn og aftaná. Gunnar spældi við í meistaruaárunum 2016 og 2017, og nú kemur FM-steyp aftur til Eysturkommunu.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Meðan hann hugsar um at vinna íslendska meistaraheitið hetta vikuskifti, eru tankarnir hjá leirvíkinginum partvíst í Føroyum; hjá gomlu liðfeløgunum, beiggjanum Sølva og hinum í felagskapinum.
- Tað ljósabláa hjarta bankar harðliga fyri tíðina, og eg gleðist saman við mínum fyrrverandi liðfeløgum. Eg hevði ynskt, at kunna verið í Føroyum og fegnast um meistaraheitið við teimum. Eg veit, at tey í Víkingi fáa ein fantastiskan dag, og at tey fara at fegnast við manér - Tann parturin plagar ikki at liggja eftir.
Sí eisini: Fagnaðurin byrjaði sunnudagin - heldur fram leygardagin
Víkingur og 07 Vestur spæla í seinasta umfari í dag klokkan 14. Aftaná er steypahandan og mangt annað í Sarpugerði. Portalurin hevur nógv ymiskft tilfar harfrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald