Fótbóltur

Fagnaðurin byrjaði sunnudagin – heldur fram leygardagin

Í Eysturkommunu fara tey av álvara at hátíðarhalda flotta kappingarárið hjá øllum felagnum. Hetta verður gjørt við tiltøkum áðrenn og aftaná dystin og steypahandina hjá Betri monnum.

Eldri sum yngri Víkingar fara at fegnast saman um vikuskiftið (Savnsmynd: Sverr Egholm)

Eldri sum yngri Víkingar fara at fegnast saman um vikuskiftið (Savnsmynd: Sverr Egholm)

2024-10-25 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey skýra tað heimsins besta felagskap, og fótbólturin í Sarpugerði blómar veruliga eisini. Felagið vann “Ársins ítróttarfelagskapur” í Føroyum fyri 2022, og í føroyska hesytinum í 2024 hevur heiðursmerkjaregn verið yvir Víking.

Gull til Betri menn og 1. deild umframt silvur til 2. deild. Greipa til U17 dreingir og tvífalt silvur til U15 og U13-dreingir. Bronsa í Betrideildini og silvur í steypakappingini til kvinnurnar – søguliga gott úrslit hjá teimum samanlagt. Eitt ár sum formaðurin, í samrøðu við bolt.fo, skýrir tað besta í søgu felagsins.

Sí eisini: 
Víkingur vann greipuna og skal í Youth League
Endaðu fremst í 1. deild og í Betrideildini
Jóhan Petur er tann fyrsti nýggji síðani Eyðun

Har er nógv at fegnast um, í mun til úrslit í FM-og steypakappingum hjá Víkingi. Men so er tað eisini sterki felagsskapurin. Hann hevur áður verið í Gøtu og Leirvík – fyri seg – men so er tað eisini eydnast at byggja nakað upp saman gjøgnum tey 17 árini hjá felagnum. Góð úrslit kunnu síggjast sum ein góð fyritreyt, men so er tað millum eisini tað, at “síni egnu” standa seg so væl, at fólk kenna seg væl í Sarpugerði, og at man hevur so nógv fólk, ið taka ein hond í fyri at fáa tingini at koyra. Tað eru nøkur tekin um ein sterkan felagskap.

[object Object][object Object]
U17-liðið hjá Víkingi tryggjaði sær greipuna fyrr í vikuni (Myndir: Víkingur)

Langur leygardagur í Eysturkommunu

Tá dómarin bríkslaði Betrideildardystin millum HB og Víking í Gundadali sunnudagin av, var FM.veitslan byrjað. Átta ár síðani seinast, har HB og síðani serliga KÍ hava verið ov sterk, í mun til steypið. Bíðitíðin í ár hevur eisini verið long. Víkingur legði seg einsamalt á odda í 4. umfari, og síðani HB misti tamarhaldið stutt fyri summarsteðgin, hevur tað mestum bara verið ein spurningur um tíð.

Endaliga staðfestingin varð útsett fyri einum mánaða síðani men kom so í næstseinasta umfari: Víkingur er føroyameistari í Betrideildini hjá monnum fyri triðju ferð - uppá átta ár.

Hetta fór ikki aftur við borðunum: Í Gundadali vóru tað konfetti og klemm, sum serliga settu sín dám á. Tá komið varð til Norðragøtu koyrdu brandbilar runt, ein rúgva av sólum (rómaraljósum) sóust í Sarpugerði, sangur var, suppa var at fáa, og síðani vóru nakrar røður. Mett varð at nakað yvir 500 fólk stúgvaðust saman í Víkinga-húsinum.

[object Object]

[object Object]
Ymiskt setti sín dám á uttanfyri Víkinga-húsinum 

[object Object]

[object Object]Og inni var hiti á ymiskan hátt 

Tað verður helst eitt hægri tal av fólki, sum fer at fegnast um FM og árið hjá felagnum leygardagin. Byrjað verður tíðliga. Víkingur boðar frá, at frá klokkan 11 verður tiltak í Bovling í Leirvík, har Eysturkommuna bjóðar pizza og ymiskt afturvið. Andlitsmáling og annað verður eisini á skránni.

Síðani verður ársins seinasti dystur í Sarpugerði klokkan 14, tá føroyameistararnir taka ímóti 07 Vestur. Fyri nógv skal hann helst bara avgreiðast, og njótast nakað, tí so verður steypahandan og gullveitsla. Eftir tí stóru løtuna verður hildið fram í Sarpugerði, tí Víkingur bjóðar suppu og nógv annað. Myndaboks, fýrverk og felagssangur fara eisini at seta sín dám á kvøldið.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Skrá fyri dagin og annað sæst á Facebook-síðuni hjá Víkingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder