Fótbóltur

Víkingur fyri triðju ferð uppá níggju ár

Um ikki tað púra óhugsandi hendir seinastu trý umførini, so fer FM-heitið úr Klaksvíkini og undir Leirvíksfjørð. Harvið brýtur Víkingur røðina hjá KÍ og seks-ára røðina við bert KÍ og HB.

Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen eru teir einastu á núverandi liði, sum høvdu stóran leiklut í FM-árunum 2016 og 2017. Annars er ein rúgva av øðrum lokalum og lutdfalsliga ungum spælarum á liðnum hjá Jóhan Peturi Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen eru teir einastu á núverandi liði, sum høvdu stóran leiklut í FM-árunum 2016 og 2017. Annars er ein rúgva av øðrum lokalum og lutdfalsliga ungum spælarum á liðnum hjá Jóhan Peturi Poulsen (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-19 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ og HB. Hetta eru greitt tey mest vinnandi feløgini í fremstu røð hjá monnum. Av teimum hevur HB munin við trimum meistaraheitum (24-21). 

KÍ hevur tó vunnið trý tey seinastu árini. Um hugt verður eftir teimum seinastu seks árunum, hava bert hesir "120-ára gomlu arvafíggindarnir" lyft FM-steypið hjá monnum. 

FM-heiti seinastu tíggju árini
2023: KÍ
2022: KÍ
2021: KÍ
2020: HB
2019: KÍ
2018: HB
2017: Víkingur
2016: Víkingur
2015: B36
2014: B36

[object Object]
Trý ár á rað vann KÍ á bæði mans- og kvinnusíðuni. Sigursrøðin hjá kvinnum á fimm ár brotnaði endaliga í dag - tann á trý ár hjá monnum rýkur endaliga í morgin ella um eina viku (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

Í teimum fýra árunum undan tíðini, har fyrst Heimir Guðjónsson og Jens Berthel Askou komu inn og gjørdu stóran mun í HB, og har Mikkjal Thomassen og KÍ byrjaðu at vinna meistaraheiti, vóru tað Víkingur og B36. 

B36 vann sítt fimta meistaraheitið í hesari øldini í 2015 - og tað í rættiliga stórum stíli undir Eyðuni Klakstein. Síðani tók Víkingur við Sámal Erik Hentze, sum eisini vann FM við B36 í 2014, yvir og vann tvey ár á rað í kapping við KÍ. 

Síðani 2017 hevur Víkingur ikki heilt verið nær við FM-gullinum, hóast tríggjar topp-trý plaseringar á rað. Jóhan Petur Poulsen hevur bygt uppá við gróthørðum og miðvísum arbeiði. Tað hevur verið ein góð blanding av heilt royndum spælarum, sum hava gjørt tað fyrr, og ungum monnum í menning - í stóran mun lokalum, men við góðum kryddi frá svongum og dugnaligum spælarum av Skálafjørðinum.

[object Object]
Mikkjal Thomassen er einasti føroyski venjari, sum hevur vunnið FM síðani 2018. Nú týðir alt á, at miðvísi toftamaðurin úr Víkingi kemur uppá listan. Jóhan Petur Poulsen hevur steypagull frá 2022 og fær nú FM afturat (Mynd: Sverri Egholm)

Alt sær út til at vera gingið í hægru eind í Eysturkommunu, har nógv nú gleða seg at fegnast um FM. Tey sleppa at byrja tað veitlsuna í morgin, um Víkingur fær stig á útivølli móti HB. Tað er eisini nóg mikið, um KÍ, ið er einsta liðið sum á pappírinum kann fáa Víking aftur, tapir fyri B36.

Sí eisini: Nú er niðurteljingin av álvara byrjað í Eysturkommunu

HB hevur vunnið allar sínar heimadystir í ár, men víkingarnir eru helst spentir uppá at sláa FM fast við sjey tumma seymi. Steypið skal so lyftast í Sarpugerði um eina viku, 26. oktober.

Tað er annars framvegis HB, sum hevur vunnið flest FM síðani Víkingur var stovnað í 2008 (5), síðani farið varð yvir til 27 umfør í 2005 (6), í hesari øldini (9) og samanlagt (24).

Um/tá Víkingur fær FM í hús, hevur nýggjasti føroyameistarin í føroyskum mansfótbólti tó fleiri FM enn mest vinnandi felagið seinastu tíggju árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder