Seinastu mánaðirnar hevur man nærum bara bíðað. KÍ útsetti FM-staðfestingina í Sarpugerði 25. september, men 25 dagar seinni kann staðfestingin koma í Gundadali í 26. umfari.
Víkingur vitjar HB, sum ikki hevur verið í serligari góðari gongd síðani mitt í juni. Eitt stig, ella tað at KÍ ikki fær fult móti B36, er nóg mikið til, at FM kemur endaliga í hús.
Í so fall vildi tað verið triðja føroyameistarheitið hjá besta mansliðið felagsins síðani stovnanina í 2008, og tað fyrsta síðani 2017, verið tryggjað. Og harvið kann veitslan veruliga byrjað í Eysturkommunu.
Víkingur hevur verið besta liðið í føroysku landskappingini síðani summarsteðgin í fjør. Í ár hevur liðið bert tapt móti KÍ - tvær ferðir. Víkingur er seks stig frammanfyri og er 31 mál betri enn trýfaldur føroyameistararnir. Harvið er FM í roynd og veru komið uppá pláss; bara ikki á pappírinum.
Tað eru helst nógvir eysturbúgvar, sum ætla sær til Havnar sunnudagin. Tá kann FM-veitslan verða skotin í gongd, og Víkingur skipar fyri bussum, sum koyra úr Leirvík og úr Sarpugerði. Ætlanin er eisini at gera nógv burturúr á áskoðaraplássinum.
Allir dystirnir í 26. og næstseinasta umfari verða spældir sunnudagin 20. oktober klokkan 15.00.
Støðan í oddinum:
1. Víkingur 69 stig (+62)
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 55 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald