Fótbóltur

Endaðu fremst í 1. deild og í Betrideildini

Um vikuskifti tryggjaðu besta og næstbesta liðið hjá Víkingi sær gull. Tað er fyrstu ferð síðani KÍ í 2019, at eitt felag mengar at vinna báðar tær fremstu mansdeildirnar.

Ein miðalaldur á beint yvir 21: Næstbesta liðið hjá Víkingur fær eisini gull um hálsin í vikuni. Hetta er aðru ferð uppá fimm ár, at 1. deild menn hjá Víkingi vinna kappingina (Mynd: Víkingur)

Ein miðalaldur á beint yvir 21: Næstbesta liðið hjá Víkingur fær eisini gull um hálsin í vikuni. Hetta er aðru ferð uppá fimm ár, at 1. deild menn hjá Víkingi vinna kappingina (Mynd: Víkingur)

2024-10-21 11:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur havt eitt serstakt 2024. Eitt kappingarár, sum formaðurin Brandur Jacobsen í samrøðu við bolt.fo skýrir søguliga gott.

Felagið var stovnað í 2008, og hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at besta mansliðið og næstbesta manslið felagsins vinnur gull.

Bæði tryggjaðu sær 1. plássið um vikuskifti - í næstseinasta umfarið.

Sí eisini: 
Víkingur hevur vunnið 1. deild - FC Suðuroy flytir upp
Víkingur er føroyameistari fyri triðju ferð

[object Object][object Object][object Object]

Sí fleiri myndir frá Víkinga-fagnaðinum her

Hetta er aðru ferð, at næstbesta liðið hjá Víkingi vinnur 1. deild, fyrru ferð var í 2020, har Jóhan Petur Poulsen var venjari meginpartin av árinum.

Sí eisini: Jóhan Petur er tann fyrsti nýggi síðani Eyðun

Fyri fimm árum síðani vann KÍ eisini FM í bæði Betrideildini hjá monnum og  næstbestu deildina, umframt FM hjá kvinnum, í einum ógvuliga flottum ári.

Tá hevði KÍ fleiri ungar mans, men eisini fleiri royndar spælarar, sum Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Jens Joensen og Tórur Justesen, umframt Meinhardt Joensen/Jákup Mikkelsen.

Sum bolt.fo vísir á, at so hevur Víkingur í ár havt lægsta miðalaldurin í 1. deild í ár: 21,5 ár.

U17 hjá Víkingi, sum er steypavinnari, liggur eisini til at vinna FM. U15 og U13-dreingirnir vóru eisini í steypafinalunum, so nógv gott tykist at vera í væntu í Eysturkommunu.

Sí eisini: Fríði: - Bólturin endaði í netinum og so rann eg bara yvir til áskoðarnar

Kvinnurnar endaðu við silvuri í steypakappingini og bronsu í Betrideildini, har tøtt kapping var við KÍ og NSÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder