Fótbóltur

Fríði: - Bólturin endaði í netinum og so rann eg bara yvir til áskoðararnar

Málskjúttin og liðformaðurin, Fríði Gertsson Jarnskor, og "fyribils venjarin", Atli Gregersen, fegnast um fyrsta steypið hjá Víkingi í ár. U17-dreingirnir vardu væl móti KÍ, og Fríði avgjørdi.

Ein trupul dystur men ein mannfólkainnsatsur varð staðfest uttanfyri skiftingarrúmið hjá Víkingi í dag. Atli Gregersen væntar nógv av 16-ára ganla Fríða Gertsson Jarnskir, sum hevur spælt nógv í 1. deild (Mynd: Sverri Egholm)

Ein trupul dystur men ein mannfólkainnsatsur varð staðfest uttanfyri skiftingarrúmið hjá Víkingi í dag. Atli Gregersen væntar nógv av 16-ára ganla Fríða Gertsson Jarnskir, sum hevur spælt nógv í 1. deild (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-05 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað var ein trupul dystir fyri okkum at spæla - serliga í 2. hálvleiki. Fingu ikki flutt bóltin fram á vøllin, og KÍ hevði bóltin meira. Tì máttu vit fella longur aftur at verja, og tað gjørdu vit eisini væl. Og tað varð ikki ordiliga farligt, so tað var super.

Soleiðis sigur Fríði Gertsson Jarnsskor, liðskipari hjá U17-liðnum hjá Víkingi, sum fyri løtu síðani vann 1-0 á KÍ í finaluni. Portalurin hitti ein fegnan Fríða og ein fegnan "fyribils venjara", Atla Gregersen í spælaratunnlinum á Tórsvølli

- Duttu kanska heldur nógv aftur, sum Fríði sigur, men tað sum teir megna, og tað sum er í DNA'num hjá felagnum er, at allir arbeiða fyri hvørjum øðrum. Hava onkutíð verið eftir hesum dreingjunum tí teir eru eitt sindur sløvir, men tað skal eg taka í meg í dag: Hatta var ordiliga flott - ein mannfólkainnsatsur og nú skulu vit royna at fáa greipuna.

Tað sigur Atli Gregersen, sum í dag var høvuðsvenjari, tí fasti venjarin er burturstaddur í øðrum venjaraørindum. Gert Hansen er eisini pápi liðformannin.

- Gert er uttanlands við U16 gentulandsliðnum, og so spurdi hann um eg kundi taka finaluna. Havi havt nógvar av hesum dreingjunum áður, og nú kann eg siga, at eg havi vunnið eitt steyp sum venjari í ár. Og Gert skal sjálvandi fáa ein heilsan: Hann eigur alla venjaraæruna her

- Babba ger tað avgjørt fínt, men tað var gott, at Atli kundi traðka til. Hann er ein góður venjari, staðfesti Fríði smílandi. 

Sí eisini: Víkingur vann tætta finalu móti KÍ

[object Object]
Mynd: Víkingur

Málið og framtíðin

Tað var Fríði Gertsson Jarnskor, sum í fyrra hálvleiki skoraði einasta málið í dystinum. Heldur speiskur heldur hann fyri, at alveringin ikki var so góð, men at man bara prøvaði - og síðani fegnaðist.

- Dávid vinnur bóltin, so eg renni inn í brotsteigin og vænti, at eg kann fáa eitt "tap-in" bara. Men hann alverar afturum meg, so eg má taka eina nerting og so bara smekka til. Bólturin fer so millum beinini á KÍ'aranum og endar í málinum, og so renni eg bara yvir til áskoðararnar at feira tað.

Liðformaðurin á besta liðnum letur væl at liðformanninum á U17-liðnum, sum hevur spælt 18 dystir í 1. deild í ár. Báðir vilja/vænta meira: 

- Tað við Fríða er, at hann hevur altíð mál í sær. Helt ikki a hann var so sjónligur fyrstuløtuna, men hann avger fótbóltsdystin. Hetta er eitt stórt talent, sum vit hava, og tað er umráðandi. . Fríði hevur gjørt nøkur mál í 1. deild og viktugt. at man venur seg við at avgerða stóru dystirnar, og tað ger hann í dag. 

- Nú havi eg so spælt í 1. deild. Royni so at fyrst fáa byrja fast inni har og blíva við at menna meg. Málið er so at fáa sáttmála og at koma í hópin hjá Betrideildini.

U17 dreingir: KÍ – Víkingur 0-1 (0-1)
Fríði Gertsson Jarnskor 0-1

Sí eisini: Víkingur vann tætta finalu mótI KÍ (U17)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder