Um vikuskifti tryggjaðu bæði besta og næstbesta liðið hjá Víkingi sær føroyameistaraheiti. Í gjár vóru tað U17-dreingirnir hjá Víkingi, ið fingu gullið í hús.
Sí eisini: Endaðu fremst í 1.deild í Betrideildini
Hetta var við stórsigri á tættastu kappingarneytunum. Víkingur vann 5-0, tá KÍ vitjaði. Fríði Gertsson Jarnskor og Bogi á Reynatrøð skoraðu tvey mál hvør, og Jósef Ólavsson skoraði eitt.
Síðstnevndi var eisini kosin dagsins spælari í steypafinalusigrinum á KÍ tíðliga í mánaðinum, har liðformaðurin Fríði Gertsson Jarnskor skoraði einsamalla málið. Tà var talan um ein væl tættari dyst millum liðini.
Sí eisini:
U17: Víkingur vann tætta finalu móti KÍ
Fríði: Bólturin endaði í netinum og so rann eg bara yvir at fegnast
Fleiri av hesum víkingunum hava eisini gjørt vart við seg á gull-liðnum hjá 1. deild í ár (Myndir: Víkingur)
Víkingur hevur verið ógvuliga sterkt í ár - serliga sum árið er liðið. Í endaspælinum hava ungu menninir í Eysturkommunu vunnið allar níggju dystirnar við málmuninum 57-6. KÍ var annars best í innleiðandi umfarinum.
Tað vóru nógv fólk til staðar í Sarpugerði og fagnaðu FM-vinnarunum. Hetta varð millum annað gjørt við "reyðum sólum".
FM-heitið merkir, at greipan er í hús, men eisini at Víkingur verður næsta føroyska umboðið í UEFA Youth League, sum er ungdóms-Champions League. HB var við í ár.
Stórur fagnaður í Sarpugerði har nógv er at smílast um í løtuni (Myndir: Vìkingur)
Høvuðsvenjarin Gert Hansen fær ein lufttúr. Kollfirðingurin, sum leingi hevur búð í Syrðugøtu og eisini vunnið FM við júst Víkingi, hevur seinastu mánaðirnir eisini verið venjari hjá 1. deild (Mynd: Víkingur)
Føroyameistarar, greipuvinnarar og næsta ár føroyskt umboð og "ungdóms Champions League"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald