Fótbóltur

- Vit eru væl fyrireikaðar

Skotland er mótstøðuliðið tá føroysku A-landsliðskvinnurnar fara á vøllin á Hampden Park í Glasgow í kvøld.

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir til venjing á Hampden Park (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir til venjing á Hampden Park (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2021-09-21 08:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tað var ein hørð byrjan uppá undankappingina, tá A-landsliðið við kvinnum spældi fyrsta dystin á heimavølli móti Spania.

Nú hevur liðið havt nakrar dagar til at koma fyri seg og fyrireika seg til komandi uppgávuna, sum er á skránni í kvøld.

Skotland tekur ímóti á Hampden Park í Glasgow, og fleiri túsund áskoðarar væntast at koma til dystin.

Skotland er nummar 22 á styrkislistanum hjá FIFA, fríggjakvøldið byrjaðu tær undankappingina við at vinna 2-0 móti Ungarn á útivølli.

[object Object]Liðskiparin Ásla Johannesen og hinar á føroyska liðnum komu í spanskt ódnarveður á Tórsvølli hóskvøldið, og taptu 10-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er tí sera sterk mótstøða, sum bíðar kvinnunum á Hampden Park í annaðkvøld, men miðvallarin Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir gleðir seg nógv til uppgávuna.

– Skotska liðið er sera væl fyri, og tær spæla á høgum stigi, so tað verður óivað ein harður dystur, har vit skulu í nógvar nærdystir, sigur hon við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Landsliðið hevur í kvøld vant á leikvøllinum, og liðið er væl fyrireikað, heldur Jensa. 

– Vit brúktu nógva orku í síðsta dysti, men seinastu dagarnar hava vit brúkt skilagott við nógvari hvíld og venjing, umframt at vit hava tosað nógv um okkara avrik og spæl. Vit kenna okkum sum heild væl fyrireikaðar, og vit fara so avgjørt at geva alt fyri Føroyar í annaðkvøld, sigur Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir at enda.

Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl. 19.35 í kvøld, og hann verður stroyndur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

[object Object](Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Sí eisini: Myndir: Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til skotska mótstøðu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder