Fótbóltur

- Vit fara all inn

Liðskiparin á føroyska landsliðnum vil ikki tosa um heiðurligt tap í morgin - at fáa stig móti Danmark er nøktandi sigur Hallur Hansson, ið tó setti orð á stóru virðingina fyri mótstøðuliðnum. Håkan Ericson vildi einki siga um møguligar útskiftingar á liðnum..

Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-03 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi í donskum fótbólti í beint yvir seks ár. Nú leitar hann eftir felagið, men fyrst er fult fokus á at taka ímóti dønum á Tórsvølli.

29-ára gamli landsliðsformaðurin byrjaði á bonkinum í dystinum móti Ísrael, men var í dag á tíðindafundinum hjá føroyska landsliðnum saman við Håkani Ericson, og tað er ein av ábendingunum um, at Hallur í annaðkvøld fer at ganga fremst, tá føroysku og donsku leikararnir ganga inn á nýggja graslíki fyri fullsettum leikvølli, har millum annað nýggja vestursíðan helst av álvara fer at taka seg væl út

Andreas Kraul, ítróttarjournalistur og frásøgumaður á DR1, spurdi Hall Hansson hvat eitt nøktandi úrslit er fyri Føroyar í annaðkvøld - endin av svarinum fekk donsku miðlafólkini at smáflenna:

- Vit kunnu sláa okkum til tos við javnleiki.

Miðvallarin segði annars, at sjálvandi er hetta ein ógvuliga stór uppgáva fyri Føroyar, eitt slag av Dávid móti Goliat, tí danska landsliðið hevur vist stóra styrki í seinastuni og vann ógvuliga trygt í venjingarydystinum millum liðini í Herning í fjør. Tó fara hann og liðfelagarnir ikki inn til uppgávuna við yvirstórari virðing; heldur ikki eftir vónbrotið mikudkvøldið - tað er sum til aðrar landsdystir og fótbóltsdystir: Vit fara inn fyri at vinna dystin, og vit fara "all-in" sigur Hallur Hansson.

Sí eisini: Hallur: Kann næstan ikki lata vera við at smílast - samrøða frá mikudegnum

Kraul spurdi landsliðsvenjaran um avbjóðingarnar við, at tað eru tríggir dystir uppá so stutta tíð - ein avbjóðing ið danski venjarin, Kasper Hjulmand hevur sett orð á eisini.

Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum vildi als ikki avdúka nakað um møguligar broytingar á føroyska liðnum: - Tað fáa tit at síggja í morgin, segði hann. Ta korterið, ið miðlafólkini kundu vera til staðar undir venjingini, varð einki víst. Håkan Ericson segði, at hann væntaði, at Hjulmand fór at gera líknandi sum í mars, tá hann byrjaði við so at siga sterkasta liðnum í fyrsta dystinum og síðani skifti heilt nógvar leikarar út til mittasta dystin, ið var móti Moldova í Herning - hann vunnu danir 8-0.

Håkan Ericson endaði tíðindafundin við at siga, at hann hevur ógvulig stóra virðing fyri, hvussu danir hvødu handfarið støðuna við Christian Eriksen til EM í summar, og hvussu liðið hevði reist seg saman eftir tað. Hetta var nakað, ið gav honum íblástur sum leiðari, og tá vísti Håkan Ericson serliga til danska venjaran Kasper Hjulmand, ið vit fara at hoyra frá nú

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder