Hondbóltur

- Vit hugsa um hvussu man kann gerast heimsmeistari

Umboð frá Hondbóltssambandinum greiddu í dag kongshjúnunum frá framgongdini og høgu málunum. Landsliðsspælarar prátaðu og flentu saman við Fríðriki og Mary, sum fingu gávu við.

Fýra landsliðsspælarar og kongshjúnini á fremstu røð við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra landsliðsspælarar og kongshjúnini á fremstu røð við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-11 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ikki hissini mál, sum Hondbóltssamband Føroya arbeiðir eftir.

Hetta kom aftur fram seinnapartin, tá Andrass Thomsen, stjóri, og Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri, høvdu framløgur fyri kongshjúnunum. Ein partur av skránni hjá hátignunum var ein vitjan við Tjarnir, og har hoyrdu Fríðrikur kongur og Mary um føroyskan hondbólt.

Fyrst sóu kongshjúnini nøkur børn spæla eitt sindur. Síðani heilsaðu tey uppá fýra landsliðsspælarar, sum hava verið til endaspøl og skulu til endaspøl í vetur: Allan Norðberg, Bjartu Johansen, Elsu Egholm og Óla Mittún. Børnini sluppu eisini at taka í hondina á fínu gestunum.

Síðani greiddi stjórin yvirskipað frá føroysku hondbóltssøguni, framgongdini og arbeiðsháttinum; millum annað tað at menna ungar spælarar sum "heil menniskju" og tað at spælarar ikki nýta nógvatíð á gistingarhúsum, meðan foreldur gera mat.

Móti endanum kom Andrass Thomsen inn á, hvat arbeitt verður fram ímóti: Millum annað at hvør tíggjundi føroyingur skal spæla hondbólt, at vera við í medaljustríðnum í endaspølum og at vinna sær OL-pláss.

Mark Lausen-Marcher helt fram at tosa um stórar tankar: - Vit hyggja uppá, hvussu man kann gerast heimsmeistari...nú flenna nøkur, men eg meini tað, og vit meina tað. - Vit miðja ógvuliga høgt í Hondbóltssambandinum og leggja nógv fyri at menna spælararnar. Til seinast vísti Marcher eitt videobrot við hæddarpunktum frá endaspølunum í Basel og Berlin.

Kongshjúnini tyktust at trívast væl við Tjarnir, og tey prátaðu heilt fitt við landsliðsspælarnar - og flentu saman við teimum. Serliga sá út til at vera gott samband millum kong og strandingin Allan Norðberg.

Í røðu kongsins í kvøld vórðu føroysku avrikini og samanhaldið í sambandi við hondbólt eisini nevnd, og Fríðrikur kongur ynksti "góða eydnu". Les røðina - á donskum - HER

Áðrenn Fríðrikur og Mary fóru av hallargólvinum við Tjarnir, har tey vórðu fagnaði saman við hondbóltsspælarunum, handaði stjórin í Hondbóltssambandi Føroya eina gávu. 

Talan var um tríggjr landsliðsblusur - slíkar mangur føroyingur eigur. Har stóð "Josephine" á rygginum á tí, sum varð víst fram. Her var talan í roynd og veru um eina gávu til yngru prinsessuna - sum ikki var við í høllini. Kongurin og drotningin fingu tó hvør sína landsliðsblusu eisini. 

Sí myndir úr høllini við Tjarnir her:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder