Hann fekk sínar fyrstu minuttirnar í Betrideildini í 2020, men stóra gjøgnumbrotið kom í fjør. Ein keðiligur skaði órógvaði partvíst í 2022, men í fjør tók Aron Ellingsgaard av álvara av, tá pláss var í sentrala aksanum hjá Víkingi. Hetta eftir at Gunnar Vatnhamar og Noah Mneney fóru av landinum at royna seg.
21-ára gamli miðvallarin er tekniskt dugnaligur við góðum høgra beini og góðum spælskilið, umframt at hann er ógvuliga hart arbeiðandi og sterkur í nærdystunum.
Aron steig kanska veruliga fram á pallinum í steypadysti móti HB í fjør, har hann spældi væl. Gøtumaðurin hevur víst seg at rigga væl undir liðuni á Geza Davi Turi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Aron Jarnskor Ellingsgaard spældi í 2023 28 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum, og tað var týðiligt, at Aron, eins og Víkingur, tók góð fet frameftir sum kappingarárið leið.
Nú er hann við U21-landsliðnum, sum vandi í Danmark á veg til Portugal. Tá fekk Portalurin orðið á unga víkingin og spurdi, um tað millum annað snúði at taka góðu gongdina úr felagnum við:
- Jú, absolutt. Tað koyrir sjálvandi væl hjá okkum í Víkingi løtuni, og tað er bara deiligt.
Sí eisini: U21-landsliðið hevur fyrireikað seg í Danmark
Venjing á Amager fyrr í vikuni (Mynd: Agnar Prestá)
Aron Jarnskor Ellingsgaard er væl greiður yvir, at tað verður nakað annað at spæla móti Portugal, sum er oddalið í bólkinum, og har spælarar eru úr stórfeløgum uttanlands. Miðvallarin vil tó eisini royna at njóta uppgávuna og fáa nógv burturúr.
- Tað er sjálvandi ein stór uppgáva, men eg føli, at vit eru væl fyrireikaðir, og tað verður eisini ein stuttligur dystur at spæla. Tað gevur nakað, at spæla móti so sterkari mótsstøðu og stórum spælarum, har allir spæla á høgum stigi. Tað er nakað, ið man sjálvur kann blíva betri av.
Aron spældi sín fyrsta U21-landsdyst í juni í fjør, tá Føroyar og Andorra spældu 2-2 javnleik í Klaksvík. Hann spældi næstan fullan dyst og varð kosin dagsins spælari hjá Føroyum. Annars var Aron í leiklutinum sum innskiftari í tveimum av hinum fýra dystinum - Gullbrandur Øregaard og Noah Mneney spældu tá á sentrala miðvøllinum í 3-4-3/5-4-1 leikskipanini.
Aron í sínum fyrsta U21-landsdysti - móti Andorra í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Útfrá venjingum í vikuni kundi tað sæð út til, at justeringar vera á liðnum, so at víkingurin aftur verður at síggja frá byrjan. Fyri hann og liðið snýr hetta árið millum annað um at fáa minst fimm stig afturat.
- Vit hava sjey stig nú, og fimm dystir eru eftir. Metið hjá U21-landsliðnum fyri eina undankapping er 11 stig, so sjálvandi fara vit eftir at taka metið. Tað verður sjálvandi ikki lætt, men eg haldi avgjørt, at vit hava ein møguleika, sigur Aron Ellingsgaard við Portalin.
Føroyski hópurin kom til Portugal í gjárkvølið og fyrireikar seg í dag víðari til tí størstu uppgávuna higartil í undankappingini.
U21-undankapping til EM 2025
6. umfar - í morgin hósdagin 21.03
17.30: Portugal - Føroyar
Støðan í bólkinum - Mynd: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald