FSF: Eftir nakrar dagar á venjingarlegu í høvuðsstaðnum, kom landsliðið fríggjamorgunin til Klaksvíkar og vandi á vøllinum við Djúpumýru, sum verður karmur um dystin í dag. Mótstøðuliðið hesaferð hevur higartil ikki luttikið í undankappingunum til EM og HM, men liðið tykist vera í menning og væntað verður, at Andorra eisini verður við í komandi undankappingum.
Lagið er gott í føroysku leguni undan dystinum, og spælararnir gleða seg til at spæla á heimavølli aftur, og hesaferð enntá í Klaksvík, sum vanliga er heimavøllur hjá fleiri av landsliðsleikarunum.
– Vit gleða okkum nógv til at spæla landsdyst aftur, og hesaferð verður tað eisini nakað serligt at spæla landsdyst í Klaksvík. Klaksvíkingar eru sum heild spentir í fótbólti, og vit vóna sjálvandi, at nógv koma til dystin at stuðla okkum, sigur Óluva Allansdóttir Joensen, sum í heimligu kappingini verjir málið hjá oddaliðnum KÍ.
Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl. 15.00, og frá kl. 13.00 skipar Bláa bylgja fyri fjepparatiltaki aftanfyri norðara áskoðaraskýlið, har andlitsmáling, grilling og hoppiborgir eru á skránni. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald