Fótbóltur

- Vit hava brúk fyri sensatiónini

Landsliðsvenjarin hjá U17-landsliðnum, Áki Johansen, droymir um at endurtaka EM-bragdið.

Áki Johansen uttast til vinstru (Mynd: Heri Joensen)

Áki Johansen uttast til vinstru (Mynd: Heri Joensen)

2019-06-12 10:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er stuttligt og spennandi at verða á U17-landsliðnum í ár. Liðið skal spæla heilar tríggjar kappingar. Eftir summarferiuna verður fyrst Norðurlandakapping og seinni verður sjálv EM-undankappingin.

Kappingarárið hjá U17-landsliðnum er longu byrjað, tí fyri kortum var liðið til UEFA menningarkapping í Estlandi. Har bleiv spælt móti Estlandi, Litava og Luksemborg. Føroyar taptu fyrsta dystin heili 5-0, men venjarin leggur dent á, at Estand hevur ein óvanliga sterkan árgang hesaferð.

- Úrslitið boðar frá, at vit fingu bank. Men tað var also bara á máltalvuni. Tíverri er tað kortini tað, ið stendur eftir, og tað hava okkara dreingir ikki uppiborið. Samanumtikið lærdu vit eina rúgvu, og kanska vit lærdu meir enn mótstøðuliðið, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

U17-landsliðið endaði ferðina við at tapa 2-0 móti Litava, og vinna 6-0 á Luksemborg. Áki Johansen er væl nøgdur við spælið. Eitt nú hevði liðið bóltin meiri enn mótstøðuliðini. Tað vitnar um góðar bóltspælarar, heldur U17-landsliðsvenjarin.

- Hesir hava sína styrkju í bóltspælinum. Teir eru góðir bóltspælarar og tað sæst aftur í dystunum, men enn mangla teir nakrar royndir í mótgangi, áðrenn teir kunnu koma á somu hædd sum U17-dreingirnir, ið komu til EM-endaspælið, sigur Áki Johansen.

Leita eftir enn eini EM-sensatión

Áki Johansen var saman við Pól F. Joensen venjari hjá U17, sum í 2016 og 2017 vann seg til EM-endaspælið, sum var í Kroatia. Avrikið hevur lyft yvirleggjaran fyri hvat letur seg gera hjá einum føroyskum ungdómslandsliði. Fyrst fyri verður NM-kappingini.

- Tað er altíð ótrúliga torført við NM-kappingunum, tí Danmark, Svøríki og Norra eru altíð sterk í hesum árgangunum, sigur Áki Johansen.

Hann leggur dent á, at hetta er ein góður møguleiki hjá hesum liðnum at mennast, tí mótstøðan verður hørð.

- Tá kunnu vit hyggja nærri at hvørjum vit skulu arbeiða við. Hetta er eitt lið við góðum bóltspælarum, men vit lata sjey mál inn í menningarkappingini, so vit skulu nokk til at arbeiða við verjupartinum, sigur Áki Johansen.

Hann droymir um at endurtaka EM-bragdið, men tað krevur eitt avbera gott avrik og eina sensatión.

- Vit eru í bólki saman við Danmark, Svøríki og Litava. Um vit halda fram við at menna okkum, so haldi eg at vit kunnu vinna á Litava, men tá hava vit framvegis brúk fyri eini sensatión fyri at koma víðari, sigur Áki Johansen.

Hann leggur at enda afturat, at spælararnir á U17-landsliðnum mennast fyri hvønn árgang. U17-landsliðsvenjarin heldur eisini, at vit skulu tora oftari at sikta eftir betri úrslitum í altjóða kappingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder