KÍ metir seg hava ein møguleika at vinna seg víðari í Conference League. Mikudagin verður fyrsti dysturin móti Sutjeska, og hann verður leiktur í Montenegro.
Hópurin er í kvøld farin til Noregs og fer í morgin víðari til Montenegro.
- Tað verður ikki líka sterk mótstøða, og helst meira javnt. Vit fara at fyrireika okkum næstu dagarnar og eg vænti, vit hava góðan møguleika, sigur Jóannes Bjartalíð í samrøðu við KÍ.
- Vit vera helst meira á bóltinum í mun til Bodø/Glimt, ásannar Jóannes Bjartalíð, sum eisini sigur, at tað spælið fer at passa betri til hansara.
Tað er heitt í Montenegro, men Jóannes Bjartalíð sigur at teir hava roynt slíkt áður. Nú brúka teir nakrar dagar í hitanum fyri at venja seg við umstøðurnar.
- Vit eru ikki komnir á mál enn. Vit miða eftir einum bólkaspæli og tað er tað vit fara at royna nú, sigur Jóannes Bjartalíð
Dysturin verður mikukvøldið klokkan 19.
Hoyr samrøðuna omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald