Opatija, Kroatia (Portalurin) - Teir eru krútsterkir og hava...ja, næstan ein perfektan hondbóltsstíl
Óli Mittún er greiður yvir, hvussu stóra uppgávu Føroyar hava móti Týsklandi í dag, nú meginumfarið í Kroatia bryjar. Føroyar skulu helst vinna, og Óli vísir á nakað, sum kann vera til fyrimuns fyri Føroyar, og annars hvørjir lyklarnir eru.
Sí samrøðuna, sum varð gjørd áðrenn venjingina í gjárkvøldið, ovast.
Upptøkur: Egin Tollaksson Kass
Óli Mittún gjørdist fult uppiborið dagsins spælari móti Týsklandi. Hoyvíkingurin í Sävehof skoraði heili 17 mál móti Svøríki - nummar 78 skal aftur spæla ein stóran dyst móti sterkar mótstøðu í dag (Myndir: Egin Tollaksson Kass)
Dysturin í dag byrjar 16 og kann stroymast her.
Sí eisini:
Nærkast av álvara til brakið móti Týsklandi
Video: - Danskur stílur og krúllikrem - sløvir og skemtiligir menn
Spæla móti Týsklandi í dag - Saudiarabia í morgin
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Mánadagin, 7. august
16:00 Týskland - Føroyar
18:00 Iran - Saudiarabia
Týsdagin, 8. august
16:00 Saudiarabia - Føroyar
18:00 Týskland - Iran
Allar tíðir eru føroyskar
Støðan - eftir hvørji stig liðini hava við:
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Føroyar 0 stig
Saudiarabia 0 stig
Tvey tey ovastu eftir næstu tveir dystirnar fara til fjórðingsfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald