Hondbóltur

Nærkast av álvara til brakið móti Týsklandi

Føroyska U19-liðið hevur í kvøld havt eina stutta, lætta og taktiska venjing. Sí nakrar myndir her.

Høgni Højsted hevur spælt umráðandi leiklut sum 2'ari í verjuni - tað fært hoyvíkingurin helst eisini í morgin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Høgni Højsted hevur spælt umráðandi leiklut sum 2'ari í verjuni - tað fært hoyvíkingurin helst eisini í morgin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-06 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) -  Eftir flotta sigurin í Svøríki í gjár, kundu teir í U19-leguni fegnast men so eisini beinanvegin byrja at hyggja fram ímóti meginumfarinum, sum byrjar í morgin, mánadagin 7. august.

Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi og Saudiarabia og skulu helst vinna báðar dystirnar. Fyrra uppgávan er móti mætu evropeisku hondbóltstjóðini. Týskland endaði við bronsuheiðursmerkjum til EM-endaspælið í fjør og kemur við stórum fysikki og nógvum dygdum.

Sí eisini: 
Spæla móti Týsklandi mánadagin - Saudiarabia týsdagin
Myndir: Tá Føroyar sigraðu móti Svøríki

Hetta fyrireika teir á føroyska liðnum seg nú uppá. Fyrr í dag var styrkivenjing á skránni, og fyri løtu síðani var hondbóltsvenjing í gamlari høll, tætt við har liðið býr. Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen koyrdu ymisk ting ígjøgnum: Millum annað yvirtalsálop (7 móti 6), ið eydnaðist væl í gjár, og 5-1 verju við blaðunga vonginum Jákupi Egholm sum fremst manni. 

Lagið var ógvuliga gott, og teir allarflestu eru væl fyri. StÍF'arin Sofus í Selvindi Nattestad er tó darvaður av rygginum og fekk fyri tað mesta viðgerð. So er tað eisini ógvuliga keðiligt, at trupulleikar onkursvegna vóru við loyvinum hjá Eyðbjørn Heina Danielsen undan kappingini. Vestmenningurin venur, men IHF tykist vilja ikki loysa løgna knútin, so hann fær ikki spælt.

Føroyar og Týskland spæla í morgin klokkan 16. Dysturin kann stroymast á IHF Competitions á Youtube. 

Sí myndir niðanfyri, sum Egin Tollaksson Kass hevur tikið: 

[object Object]
Annar av høvuðsvenjarunum, Djóni Gaard Joensen, greiðir spælarunum frá ymiskum taktiskum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Tóki Friðriksson og Eyðbjørn Heini Danielsen í vestum...(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Støðan hjá Eyðbirni er margháttilig og ógvuliga keðilig. VÍF'arin fær bert vant í Kroatia, sum nú er. Onkrir tekniskir trupulleikar vóru við hansara spælaraloyvi (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Sofus í Selvindi Nattestad hevur verið skaðadarvaður. Her fær hann viðgerð frá fysioteraputinum, Duritu Rouch (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Trupulleikin er eitt slag av hald í rygginum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)


[object Object]
Leivur Joensen úr VÍF hevur eina fortíð í EB. Leivur hevur leiklutin sum eykamálverji fyri Aleksandar Sasha Lacok í HM-endaspælinum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Høgni Højsted sløkkir tostan. Hann hevur spælt umráðandi leiklut sum 2'ari í verjuni - tað fær hoyvíkingurin helst eisini í morgin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]
Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen, venjarar, eygleiða. Til høgru: Strandingurin Trúgvi Hávardsson (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Meginumfar - Bólkur IV í Opatija

Í morgin, mánadagin, 7. august
16:00 Týskland - Føroyar
18:00 Iran - Saudiarabia

Allar tíðir eru føroyskar 

Støðan - eftir hvørji stig liðini hava við:
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Føroyar 0 stig
Saudiarabia 0 stig

Sí samrøður eftir søta og stóra sigurin á Svøríki í gjár:
Óli Mittún: - Hetta er næstan óbeskriviligt
Djóni Gaard Joensen: - Sum at vinna FM
Tróndur Johnsson: - Tað var nú ella ongantíð

Hallur Danielsen: - Hetta var ófatiliga stuttligt og gleðiligt at síggja

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder