Fótbóltur

- Svøríki liggur væl til okkum

Lars Olsen hevur góðar vónir um gott úrslit í tí fyrra dystinum, sum júst úttikni hópurin skal undir. Kappingin um málmansplássið er sambært landsliðsvenjaranum púra opin.

Lars Olsen á tíðindafundinum í morgun, har hann millum annað kom inn á møguleikarnar í komandi dystunum og manglandi spælitíð hjá summum leikarum í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen á tíðindafundinum í morgun, har hann millum annað kom inn á møguleikarnar í komandi dystunum og manglandi spælitíð hjá summum leikarum í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-26 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðið líkist sær sjálvum. 22 leikarar vórðu í morgun úttiknir til uppgávurnar ímóti Svøríki og Spania, og í hópinum vóru tríggar broytingar, har sum so einki óvæntað var.

[object Object]
(Til tíðindafundin í morgun - Mynd: Sverri Egholm) 

Tvær vóru púra nátúrligar: Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmunsson hava seinastu mongu árini verið profilar á landsliðnum, og eftir at teir vóru skaddir seinast, eru teir við aftur.

[object Object]
(Jóan Símun er aftur á landsliðnum eftir skaðasteðg - Rógvi Baldvinsson og Heini Vatnsdal standa hesaferð sum vejuleikarar, men hava seinastu tíðina spælt á vejrukenda miðvøllinum á landsliðnum - Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar avloysir unga Karstin Hansen, ið hevur verið við sum triðji málverji í øllum fýra undankappingardystunum í ár. Jóan Símun, ið hevur spælt á miðvøllinum hjá Bielefeld í hesum kappingarárinum, er úttikin sum áleypari, tó at landsliðsvenjarin var inni á, at tað kann vera, at hann fer at spæla aðrastaðni. Toftamaðurin avloysir ikki beinleiðis nakran á tí plássinum, men Jákup B. Andreasen er ikki við hesuferð. Liðskiparin hjá KÍ skal við U21-landsliðnum, ið skal spæla tveir dystir á Balkan um somu tíð, sum A-landslið skal spæla. Har er ársins leikari í fjør, Adrian Justinussen, eisini í hópinum.

Triðja broytingin var heldur ikki so óvæntað. Hørður Askham hevur havt eitt sera gott kappingarár í HB, og hevur víst at hann væl kann røkja eitt pláss í miðverjuni umframt høgra bakkin. Lars Olsen rósti Hørði á tíðindafundinum, og nevndi júst tað, at hann kundi spæla høgri bakkur eisini. Harvið kann hann koma inn har, um Gilli Rólantsson Sørensen gerst skaddur, ella um hann fær leikbann ímóti Svøríki - tvøramaðurin er bert eitt gult kort frá hesum. Hørður avloysir Andrias Eriksen, ið var við í A-landsliðshópinum á fyrsta sinni í juni. Í við talu við FM 1 segði Lars Olsen, at Sonni Ragnar Nattestad ikki er tøkur til verjuketuna orsakað av skaða.[object Object](Hørður er á landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani 2017 - Mynd: Sverri Egholm)

Á tíðindafundinum tók Lars Olsen stutt samaunum dystirnar, ið vóru á Tórsvølli í juni, har Føroyar taptu 4-1 fyri Spania og 2-0 fyri Noreg. Landsliðsvenjarin staðfesti, at Spania var ov sterkt, hóast Føroyar vóru væl við í dystinum til tíðir. Hinvegin metti danin, at Føroyar høvdu uppiborið at fingið stig móti Norra; ein dystur har liðið spældi væl og kom til fleiri góðar møguleikar. Lars Olsen staðfesti tó, at Føroyar ikki vóru nóg dugnaligur í báðum brotsteignum, har dystirnir verða avgjørdir.

[object Object]
(Føroyar vóru nær við móti Noregi)

Lars Olsen nevndi stutt dystin í Spania sum eina uppgáva, har teir ikki kunnu vænta sær nakað stig- har tað verður ov trupult. Landsliðsvenjarin slegði dent á, at fokus var fyrst á Svøríki, har hann væntar og vónar at fáa eitt gott úrslit. Lars Olsen nevndi, at hansara fyrsti dystur í Føroyum var móti júst Svøríki. Hetta var í 2012, har Føroyar taptu 2-1, men vóru á odda 1-0. Lars Olsen segði, at Føroyar spældu ein góðan dyst her, eins og í Stockhólm árið eftir, men Zlatan var munurin. Hóast stóri maðurin er givin á landsliðnum lýsir Lars svenska liðið, ið kom í fjórðingsfinaluna til HM-endaspæli í fjør, sum eitt sera sterkt lið - tó metir hann, at Svøríki, eins og Norra, liggur væl til Føroyar við sínari 4-4-2 leikskipan og leikhátti.   

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen staðfesti annars, at tað var upp og niður hjá fleiri leikarum í løtuni viðvíkjandi spælitíð. Summir av teimum ið eru uttanlanda spæla ikki spæla nógv, ella i minsta lagi óstøðugt. Lars var inni á Gilla, Viljorm Davidsen Meinhard Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu. Venjarin segði, at vónandi kunnu fleiri fáa meira spælitíð. 

[object Object]
(Gunnar, her saman við Teiti og Karstini á Malta. Teitur avloysti skadda Gunar móri Spania og Norra - Gunnar avloysir Karstin í hópinum hesaferð, men ivasamt er, um hann kemur at spæla komandi dystirnar - Mynd: Sverri Egholm)
Eisini var komið inná málmansspurningin. Gunnar Nielsen er púra klárar aftur eftir, at hann er komin fyri seg eftir, at málverjin breyt hondina seint í vár. Gunnar er tó als ikki í dystarvenjing, tí hóast hann hevur vant í meira enn ein mánað, so hevur ein 20-ára gamal málverji í FH gjørt tað so gott í hansara fráveru, at okkara fyrstaval í allari tíðini undir Lars Olsen situr í bonkinum. Gunnar Nielsen er tó úttikin, men landsliðsvenjarin segði, at teir mugu síggja hvussu støðan er til venjingarnar. Teitur Matrass Gestsson spældi dystirnar í juni, og Lars nevndi at Kristian Joensen úr KÍ hevur spælt væl í ár, og serliga í Europa League stóð Kristian sera væl. 

Hópurin: 

Málmenn: 
Gunnar Nielsen, FH
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ

Verjuleikarar:
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, HamKam
Viljormur Davidsen, Vejle
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann Bergen
Hørður Askham, HB 
Magnus Egilsson, HB
Heini Vatnsdal, Fremad Amager
Rógvi Baldvinsson, Bryne 

Miðvallarar: 
Rene Shaki Joensen, HB
Hallur Hansson, Horsens
Brandur Hendriksson Olsen, FH
Árni Frederiksberg, B36 
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ 
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristansund

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder