Hondbóltur

- Vit vænta okkum nógv av Brandi

Hetta sigur nýggi ítróttarstjórin í AJAX København, Daniel Svensson, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður. Fyrrverandi leikarin sær fram til at síggja menningina hjá føroyska landsliðsleikaranum.

Brandur Hagirsson í miðjuni. Maðurin til høgru hevur nógvar royndir sum hondbóltsleikari, og hevur seinastu árini verið sæddur og hoyrdur sum viðmerkjari á TV2, tá millum annað manslandsliðið spælir (Mynd: AJAX København)

Brandur Hagirsson í miðjuni. Maðurin til høgru hevur nógvar royndir sum hondbóltsleikari, og hevur seinastu árini verið sæddur og hoyrdur sum viðmerkjari á TV2, tá millum annað manslandsliðið spælir (Mynd: AJAX København)

2019-08-22 08:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brandur Halgirsson hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála við AJAX København. Hann er fyrst og fremst komin til liðið í næstbestu donsku deildini sum verjuleikari; í álopinum spælir hoyvíkingurin í bakketuni - mest á vinstra bakki.

Les eisini: Ajax København fær meira føroyska tilgongd 

20 ára gamli landsliðsleikarin hevur roynt seg í ungdómsdeildini hjá týska felagnum Flensburg-Handewitt, og nú fer hann at royna seg í danska høvuðstaðarfelagnum, ið hevur Sonna Larsen sum hjálparvenjara. AJAX satsar nógv fyri at koma aftur í bestu donsku deildina.

[object Object]Brandur Hagirsson, her í dysti móti Bjerringbro-Silkeborg fyri kortum. Nú skal stóri og sterki ungi maðurin royna seg í donskum hondbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Nýggjur ítróttarstjóri í gamla stórfelagnum, ið spælir í næstbestu donsku deildini, er Daniel Svensson. Umframt royndir úr donskum hondbólti og á landsliðnum, hevur hann leikt í týskum og sponskum hondbólti.

Daniel Svensson var tó illa plágaður av knæskaðum og hevði krabbamein fyri nøkrum árum síðani. Nú er hann hondbóltsviðmerkjari hjá TV2, og 1. august kom hann í nýtt starv í sínum gamla felagið. Hann fegnast um tilgongdina:  

- Brandur er ein óguvliga seriøsur leikari. Hann er ungur leikari við nógvum fysikki og sum kann geva nógv til eitthvørt lið í deildini við sínum dygdum í miðverjuni. Brandur er ein leikari, ið vit vænta nógv av. Har eru stórir menningarmøguleikar í honum, og vit gleða okkum at fáa sæð menningina og av álvara fáa forloyst hansara dygdir yvir tey næstu, í minsta lagi, tvey árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder