Sunnudagin fer kappingarárið í Betri Deildini hjá kvinnum í gongd.
Her er skráin fyri 1.umfar
Í ár eru seks lið við. Undanfarin ár hava fimm lið verið í Betrideildini. NSÍ er nýggja liðið í ár.
Í fjør var tað B36, ið endaði á 5. og aftasta plássi.
– Vit skulu fyrst og fremst gerast meira støðugar í okkara spæli og støði, enn vit vóru í fjør. Tá høvdu vit stórar avbjóðingar av, at støðið hjá okkum snøgt sagt var skiftandi. Raktu vit dagin, so kundu vit til dømis vinna ímóti HB, men gekk tað hinvegin, so taptu vit stórt ímóti teimum. Tað snýr seg eisini í stóran mun um , at vit skulu vera meira avgjørdar í verjustøðu, soleiðis at vit ikki koma til at lata ov nógv løtt mál inn. Tann partin skulu vit veruliga royna at gera betri í ár.
Hetta sigur Olga Kristina Hansen við heimasíðuna hjá FSF. 30-ára gamli miðvallaleikarain og liðskiparin er royndasti leikarin á liðnum, sum fyri stóran part er mannað av ungum leikarum. Fleiri av teimum hava nógvar royndar í ungdómslandsliðsfótbólti, og eru dugnaligar á bóltinum:
– Vit hava nógvar dugnaligar bóltspælarar, og vit hava eisini nakrar av skjótastu kantunum í deildini. Hjá okkum ræður um at umseta tað til stabilt og væl skipað spæl á vøllinum, og tað er nakað, sum heilt sikkurt kemur við nógvari venjing og dystum, sigur Olga Kristina.
Ætla sær at arga toppliðini
Málið hjá Olgu Kristinu er einfalt, tí hon fer á vøllin fyri at vinna hvørja ferð, sigur hon við fsf.fo. Tó so er hon tilvitað um, at hon og liðfelagarnir kunnu fáa tað trupult í landskappingini, sum í ár telur seks lið.
– Eg vænti, at tað verður ein ordiliga spennandi kapping. KÍ og HB eru framvegis sterk lið, ÍVB er eisini eitt sera gott lið, og so verður tað spennandi at síggja nýggja liðið hjá NSÍ, sum eg eisini vænti nógv av. Har verður heilt sikkurt hørð kapping um ovastu plássini, men vit ætla so avgjørt at gera okkara fyri at bjóða av og vónandi kunnu vit arga og taka stig frá øllum okkara mótstøðuliðum, sigur Olga Kristina Hansen at enda.
Venjari hjá B36 er, eins og undanfarin ár, Súni Olsen. Men ávísar broytingar gera seg galdandi í hópinum samanborið við farna kappingarár. Toppskjúttin í fjør, Sarita Maria Mittfoss, er farin til grannarnar í HB. Málverjin Jóna Nicolajsen verður ikki millum stengurnar í ár, og Armgarð undir Leitinum er givin.
Men B36 hevur eisini havt tilgongd. Ester Ellingsgaard er komin úr HB, og ungir leikarar eru á veg
Í fyrsta dysti tekur B36 ímóti ÍF/Víkingi/B68. Dysturin teirra millum verður spældur í Gundadali, og byrjar kl. 12.15.
Les eisini:
ÍVB ætlar sær meira
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald