Alt árið hevur 07 Vestur verið undir niðurflytingarstrikuni, og tá farið var undir ársins seinasta hálvleik, vóru vágamenn á 9. plássi.
Men tvey mál innan eina løtu á níggju minuttir vórðu avgerandi. Fyrsta kastaði Nicolai Møller Dohn, ið kostaði 1-2 málið, seg fram og stútaði bóltin í netið til 2-2. Síðani var tað ein annar dani, Casper Gedsted Hansen, sum sló til við góðum máli.
Fjáltur kom á heimaliðið, og EB/Streymur bæði javnaði til 3-3 og hevði stórar møguleikar at avgera dystin og harvið taka 6. plássið og senda 07 Vestur niður. Men 07 Vestur reið stormin av, og eftir dramatiska dystin á Dungasandi var at bíða eftir seinasta bríkslinum í Gundadali.
![]()
Tað gjørdist ógvuliga spennandi í Sørvági, har nógv sveiggj vóru. Stigið, sum 07 Vestur fekk til høldar, varð tó avgerandi
Javnleikurin, sum 07 Vestur fekk á Svangaskarði í síðstu viku, vísti seg at vera týðandi. Eitt stig í dramatiska dystinum á Dungasandi var harvið nóg mikið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Meira av Dungasandi kann síggjast seinni á Portalinum og FM1
FC Suðuroy megnaði ikki at avgerða tað
Eftir fyrtreytunum hevur FC Suðuroy havt eitt flott kappingarár í fremstu røð - tvey ár eftir at liðið var í 2. deild - men seinastu umførini hevur liðið vantað tað seinasta fyri at fáa neyðugu stigini og gjørt ov nógv mistøk.
FC Suðuroy trýsti B36 væl allan 2. hálvleik í dag, men tað eydnaðist ikki at javna - B36 hevð lagt seg á odda í 25. minutti. Eitt stig hevði verið nóg mikið, men seinasti neyvleikin vantaði. Í hinum endanum helt Rasmus Olsen liðnum inni við bjargingum, men í yvirtíðini setti Tobias Hansen seinasta seymin í kistina og skoraði til 2-0.
Harvið hjálpti vágamaðurin Silas Eyðsteinsson barndómsfelagnum við at halda málið reint, og FC Suðuroy fer niður aftur saman við TB, sum var trý stig frá bjargingini.
Tá samanum kom, var bert málúrttøka á muni millum 07 Vestur og FC Suðuroy. Hetta var fyrstu ferð síðani seinastu uppflytingina 2020, at 07 Vestur noyddist at berjast til tað seinasta fyri at halda sær uppi. Hetta var ógvuliga týðandi fyri projektið í Vágum.
Í dag gjørdist eisini endaliga greitt, at HB fer avstað við 2. plássinum - og at B68 tekur 6. pláss við tveimum málum betri enn EB/Streymur.
Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober
07 Vestur – EB/Streymur 3-3 (1-2)
B36 – FC Suðuroy 2-0 (1-0)
TB – B68 1-1 (0-0)
NSÍ – KÍ 4-2 (1-3)
Víkingur – HB 0-2 (0-1)
Endaliga støðan í Betrideildin:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald